Lat upp høvuðsmeny

Indiana (enskt: The State of Indiana) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Indianapolis. Í norðri hevur Indiana mark við Michigan, í eystri við Ohio, í suðri við Kentucky og í vestri við Illinois. Í desember 1816 bleiv Indiana lutstatur í USA. Eyknevni er The Hoosier State. Upprunaavgerðið av orðið Hoosier er ókendur.

Flagg Skjøldur
Flag of Indiana.svg Indiana-StateSeal.svg
Map of USA IN.svg
Land: Flag of the United States.svg USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Indianapolis
Størsti býur: Indianapolis
Innlimað: 11. desember 1816
Guvernørur: Mike Pence (R)
Vídd: 94,321 km²
Íbúgvar (2010): 6 483 802
fyri km²: 68/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5/-4
Heimasíða: www.in.gov

Stórur munur er á vetri og sumri. Um summarið er slavið og heitt, og um veturin er turt og kalt. Har eru tær stóru grasfløturnar. Tess longri vestureftir farið verður, tess turrari verður. Í hesum økinum var áður tann amerikanska prerian við sínum veldigu grasfløtum og stórum búflafylgjum. Nú á døgum er næstan øll prerian burtur. Bara nøkur smá, var øki eru eftir, og bara smáar leivdir av búflafylgjunum. Har, sum prerian áður var í Indiana, eru nú stórir kornakrar. Tey turrastu økini verða nýtt at hava neyt gangandi á beiti. Flestøll jarðarbrúk eru sera stór. Nógv sløg av grøði verða velt, og har, sum ov turt er at velta, hava tey kjøt-framleiðslu á veldiga stórum ranchum.

Sí eisiniRætta