Kentucky
Samveldið Kentucky (enskt: Commonwealth of Kentucky) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Frankfort, størsti býurin er Louisville og næststørsti býur er Lexington.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Frankfort |
Størsti býur: | Louisville |
Innlimað: | 1. juni 1792 |
Guvernørur: | Steve Beshear (D) |
Vídd: | 104 659 km² |
Íbúgvar (2010): | 4 339 367 |
fyri km²: | 41/km² |
Tíðarsona: | UTC -5/-4 and -6/-5 |
Heimasíða: | www.kentucky.gov |
Landafrøði
rættaÍ norðri hevur Kentucky mark við Indiana og Ohio, í eystri við West Virginia og Virginia, í suðri við Tennessee, og í vestri við Illinois og Missouri. Har eru langar skógir, fjallarøðir og stórar áir, lág fjøll við dølum, trøum og fløtur við tubbaks-, mais- og bluegrassmarkum, sum Kentucky er kent fyri. Hesar stóru fløturnar við bláligum grasi, har teir hava stórt rossahald, og hiðani koma skjótastu rossini í USA til tær ymsu kappingarnar. Í Appalachiafjøllunum er væl av bæði koli og ymsum málmi.
Eyknevni er Blágrasstaturin (enskt: Blue Grass State).
Søga
rættaKentucky liggur á markinum millum Suður- og Norðurstatirnar. Ikki fyrr enn 1966 kom lóg um, at svørt og hvít skuldu ganga í sama skúla.
Indiánarnir
rættaÍ Kentucky fóru fólk at velta jørðina og dyrka ymiskar plantur, sum vuksu har. Hesin nýggi vinnuvegurin, at fólk dyrkaðu matin og ikki bara veiddu og savnaðu hann, hevði stóra framgongd við sær fyri adenafólkið í Norðurkentucky. Adenafólkið búði fram við Ohioá, tey veiddu savnaðu plantur og dyrkaðu til dømis mais, bønir, sólblómur og grasker [1], og tey búðu saman í smáum bygdum.
Adenafólkið var fyrsta fólk í USA, sum reisti stórar gravheyggjar, har teir persónar, ið høvdu havt at siga í samfelagum, vóru gravsettir [2]. Inni í gravheyggjunum vóru smá vanlig kømur við leirklíndum veggjum og stór kømur, bróstað, har líkini lógu. Við sær í grøvina fingu tey deyðu m.a. kopararmbond, úthøgdar steintalvur og útskornar tubbakspípur, sum høvdu verið nýttar um roykihøgtíðir. Adenahúsini vóru úr 4 m upp í 10 m í tvørmáti. Veggirnir vóru av stólpum, sum vórðu bundnir saman við greinum. Reisingin var strýtuskapað og takt við børki. Eldstaðurin var á miðjum gólvi.
-
Gravheyggjur. Mount Sterling, Kentucky.
-
Listarlig leirhandverk, sum henda krukkan, skapað sum eitt sigurstekn, vórðu tíðum løgd í grøvina við teimum deyðu til at nýta hinumegin.
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir í Kentucky eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:
- Louisville – 617 638
- Lexington – 323 152
- Bowling Green – 70 543
- Owensboro – 60 131
- Covington – 40 341
- Richmond – 36 157
- Georgetown – 34 992
- Florence – 33 004
- Nicholasville – 30 865
- Hopkinsville – 30 680
Í høvuðsstaðnum Frankfort búgva bara 27 680 fólk.
Sí eisini
rætta
Keldur
rætta- ↑ "Search results for the topic "Adena-culture" at answers.com". Apax Partners. http://www.answers.com/topic/adena-culture.
- ↑ "An Introduction to North America's Native People – Adena (cabrillo.edu)". Cabrillo College. March 9, 2000. http://www.cabrillo.edu/~crsmith/adena.html.