Virginia
Samveldið Virginia (enskt: Commonwealth of Virginia) er stakríki í USA við 8 mió íbúgvum. Fyrst í 1600-talinum stovnaðu tey fyrstu niðursetufólkini tann fyrsta býin í nýggja heiminum, Jamestown í Virginia [1], uppkallaður eftir Jákup kongi I. Tað var tógvið stríð, men so við og við sum velt varð upp úr nýggjum, og tubbakshandilin vaks, stungu ósemjur seg upp millum niðursetufólkini og bretsku hjálandaharrarnar.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Richmond |
Størsti býur: | Virginia Beach |
Innlimað: | 15. juni 1788 |
Guvernørur: | Ralph Northam (D) |
Vídd: | 110,785 km² |
Íbúgvar (2011): | 8 001 024 |
fyri km²: | 72 /km² |
Tíðarzona: | UTC -5 og UTC -4 |
Heimasíða: | www.virginia.gov |
Universitetið Virginia Tech í Blacksburg var í apríl 2007 pallur fyri einari massakru, tá suðurkoreanskt føddi Seung-Hui Cho drap 32 persónar, tey flestu næmingar á skúlanum.
Søga
rættaFyrstu búsetingarnar
rættaSeinast í 16. øld og 17. øld flutti nógv fólk úr Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum til Virginia at leita eftir gulli og silvri, men tey flestu funnu einki. Í staðin máttu tey lívbjarga sær sum búnaðarfólk og dyrka landbúnaðarvøru, sum tey kundu flyta út til Evropa. Niðursetufólkini hildu eisini m.a. kalkunir, sum tey høvdu til matna.
Summi niðursetufólk vóru reinleikabrøður (puritanur), sum royndu at fáa sær eina betri og friðarligari tilveru fjart frá átrúnaðarligum atsóknum í Evropa. Onnur vónaðu at gerast múgvandi av handli, og uppaftur onnur løgdu inn stórar tubbaks- og bummullarlundir. Í fyrstuni var friður og semja ímillum indiánar og niðursetufólk. Vinsælu indiánarnir hjálptu niðursetufólkunum at dyrka plantur, sum trivust, og tey skiftu vørur sínaámillum. Indiánar lótu evropearum loðskinn aftur fyri byrsur, perlur og brennivín.
Fyrstu evropeisku niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði.
Í 1607 løgdu trý bretsk skip at í Virginia at grundleggja koloniina Jamestown. Ein teirra, ið var við, var John Smith, kapteynur (1580-1631). Hann var ákærdur fyri uppreistur. Smith varð náðaður, men varð sendur út at leita eftir mati. Tá ið John Smith og hansara menn vóru komnir nakað niðan eftir ánni Chickahominy, lupu innføddir á teir. Allir vórðu slátraðir uttan John Smith, ið aftur varð náðaður. Hesa ferð var tað Pocahontas, dóttir høvdingin Powhatan, ið fekk bjargað honum. Smith varð hildin fangi eina tíð, og kærleikin kyknaði millum Pocahontas og hann. Tá ið Pocahontas ávaraði Smith um eitt indianaraálop, eftir at hann var afturkomin til koloniina, burtursegði ættbólkurin hana fyri svikagerð. John Smith rýmdi frá henni, tá ið hann fór út á aðrar rannsóknarferðir. Í staðin møtti hon aðalsmanninum John Rolfe, ið tekur hana við til Onglands at hitta kong og drotning. Pocahontas varð seinni kend sum Rebecca Rolfe. Hon kom ongantíð heimaftur, tí Pocahontas fekk pokur og doyði í London.
Borgarakríggið
rættaÁ vári í 1781, eftir bardagan ímillum amerikansk og bretsk herlið við Greensboro í North Carolina, gav Charles Cornwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Virginia. George Washington lokkaði bretar í eina fellu við Yorktown. Sameind herdeild, mannað við fraklendingum og niðursetumonnum, fór úr New York at sameina seg við franska herovastan Lafayette (Gilbert du Motier, marquis de Lafayette) (1757–1834) við Yorktown. Ein franskur floti sigldi inn í Chesapeake Bay og niðan eftir Yorká. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Bretar ásannaðu, at teir vórðu kringsettir úr øllum ættum og góvu seg undir. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Tá ið teir løgdu vápnini, staðfesti eitt ljómlið hjá amerikanska herinum bretska tapið við at spæla sangin "the World Turn Upside Down". Flestu menninir í gonguherliðunum í Frælsisbardaganum vóru í síðum, litføgrum reyðfrakkum. Fyri tað mesta vóru niðursetuhermenninir í bláum frakkum og bretarnir í reyðum, so bretsku hermenninir vórðu nevndir reyðfrakkar.
Myndasavn
rættaKeldur
rætta- Virginia Historical Society Archived 2018-03-31 at the Wayback Machine