North Carolina (enskt: State of North Carolina) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Raleigh og størsti býurin er Charlotte. Í 1789 bleiv North Carolina stakríki í USA. Í norðri hevur Norður Carolina mark við Virginia, í suðri við South Carolina og Georgia, og í vestri við Tennessee. Í eystri liggur Atlantshavið.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Raleigh
Størsti býur: Charlotte
Innlimað: 21. november 1789
Guvernørur: Roy Cooper (D)
Vídd: 139,509 km²
Íbúgvatal (2011): 9,535,483
Fólkatættleiki: 63.80/km²
Tíðarzona: UTC -5 / UTC -4
Heimasíða: www.nc.gov

Eyknevni er "Tjørhælstaturin" (enskt: Tar Heel State). Upprunaavgerðið av Tar Heel er ókendur.

Ein dómari í North Carolina hevur avgjørt at tað ikki bara skal vera loyvt at svørja á Bíbliuna, men eisini á einhvørja aðra átrúnaðarliga bók, í sambandi við rættarmál í North Carolina.

Aftan á amerikanska frælsiskríggið, sum endaði í 1783, visti Norðurcarolina ikki heilt, hvat skuldi henda við tí umráðnum, sum í dag er eystari partur av Tennessee. Hetta skapti spentar støður í umráðnum, tí íbúgvarnir stúrdu fyri, at Norðurcarolina ikki fór at verja tey frá indiánaraálopum. So tann 23. august 1784 loystu tey frá Norðurcarolina og stovnaðu sítt egnu umráði, ið fekk navnið Frankland. Í 1785 varð umsókn send um at gerast 14. statur í USA.

Norðurcarolina var ímóti hesum, men fólkini í Frankland við John Sevier á odda stríddust fyri at fáa viðurkenning frá hinum statunum. Í eini roynd at fáa stuðul frá Benjamin Franklin varð navnið enntá broytt frá Frankland til Franklin. Benjamin Franklin tók ongantíð undir við hesum nýggja statinum, men sjey aðrir statir góvu sín stuðul til kennar. Hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa neyðuga meirilutan at gerast ein nýggjur statur. Til tað kravdist, at tveir triðingar tóku undir við honum.

John Sevier helt tó fram við at stýra í “statinum” Franklin. Ein grundlóg varð gjørd, dómstólar settir á stovn, og handilsavtalur vórðu gjørdar við indiánarar á leiðini. Men í 1788 var hóttanin frá indiánarum um at leypa á Franklin størri enn nakrantíð, og eftirsum eingin av grannunum vildi hjálpa, bað Sevier Spania um hjálp. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Norðurcarolina, sum handtók John Sevier. Viðhalsfólkini hjá Sevier fingu hann úr fongslinum aftur, og síðani læt Sevier valdið í Franklin upp í hendurnar á Norðurcarolina, sum rak indiánararnar í umráðnum burtur.

Upprunafólkið

rætta

Í 1711 - Tuscarora-kríggið ímillum niðursetumenn og indiánar í norður-North Carolina.

Flogfør

rætta

Í 1903 taka brøðurnir Wright seg á flog í North Carolina og eru teir fyrstu, ið flúgva við motorriknum flogfari. Fólk í North Carolina varnast ikki veruliga, hvønn týdning henda stórhending hevur, fyrr enn fyrri heimsbardagi brestur á í Evropa á sumri 1914. Hetta er fyrsta kríggj, har alt fólkið í statinum er partur í krígsførsluni ella krígsframleiðsluni.

Politikkur

rætta

Staturin Norðurcarolina verður mettur sum ein tann týdningarmesti í amerikanska forsetavalstríðnum. Norðurcarolina er ein av teimum sokallaðu svingstatunum. Tað serstaka við amerikanska valinum er, at tað forsetavalevnið, ið fær flest atkvøður í givna statinum, fær allar valmenninar í tí statinum. Eitt nú vann Barack Obama í 2008 allar atkvøðurnar í statinum, tá hann fekk 49.7% av atkvøðunum, meðan mótstøðumaðurin, John McCain fekk 49.3% av atkvøðunum. Sostatt vann Barack Obama allar atkvøðurnar frá teimum 15 valmonnunum í Norðurcarolina. Í nógvum statum eru republikanararnir ella demokratarnir so dominerandi, at mótstøðufólkini hava givið upp. Stríðið er tí mest í teimum sokallaðu svingstatunum, har tað er meira ella minni javnt millum valevnini. Í statum sum Norðurcarolina og Florida er serliga nógv stríð um atkvøður, tí har leikar sera javnt á, og statirnir hava nógvar valmenn.

Størstu býir

rætta
 
Landspartar og býir í Norðurcarolina

Teir tíggju størstu býirnir í Norðurcarolina eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[1]

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Coordinates: 35°30′0″N 80°0′0″W / 35.50000°N 80.00000°W / 35.50000; -80.00000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta