Pocahontas
Pocahontas (fødd 1595, deyð 21. mars 1617) var ung indiánagenta úr Virginia, sum bjargaði John Smith kapteyni (f. januar 1580 – d. 21. juni 1631) úr hondunum á ættbólki sínum. Hann var oddamaður fyri Jamestown-bygdini í Eysturvirginia. Í 1612 hildu onglendingar gentuni sum gísla fyri at fáa pápa hennara at leggja vápnini. Árið eftir gifti hon seg við John Rolfe (1585 – 1622), sum eisini var niðursetumaður, og fór til Stóra Bretlands við honum. Hon fekk eina syrgiliga lagnu, tí hon fekk pokur og doyði árið eftir, í 1617.
Tað er søgan um hana, ið Walt Disney nýtir í søgu síni "Pocahontas" (1995).