Upprunaamerikanarar (enskt: Native Americans) eru nú færri enn 3 mió. Hetta fólkaslagið fór um alt USA og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað indiánar, tí Kolumbus helt, at hann var komin til India. Helst hava forsøgulig fólk verið í USA frá um 10.000 f.Kr. [1].

Í hátíðum eru teir ofta enn í tjóðbúnum sínum og høvuðprýðum sum hesum. Myndin er úr Tallahassee í Florida.

Til um 1500 e.Kr. búðu bara indiánar í USA. Eftir ættunum var landið býtt í 6 øki. Niðursetufólkini trokaðu so við og við indiánarnar vestureftir og í ein útsynning, so at teir í 1890 búðu í nøkrum fáum, spjaddum friðingarøkjum. Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í USA, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 1,37 % av fólkinum [2]. Tað er umleið 2,47 mió. fólk. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni í USA. Tey flestu búgva í Oklahoma, New Mexico og Washington [3].

Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í USA. Í landsynningspartinum í USA eru 554 indiánabólkar [4]. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Ein teirra er Cherokee-indiánarnir. Teir eru nú 316,049. Hesin indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í skóginum í Appalachia og livað av tí, sum skógurin gav. Móðurmálið er Cherokesiskt.

Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir. Indiánararnir kríggjaðust eisini javnan sínámillum - ikki um lendi, men at sýna dirvi. Kendar ættir eru til dømis comanche, cheyenne og sioux, sum búðu á grasfløtunum. Apache, pueblo og navajo búðu í Útsynningsamerika. Irokese, cherokee og huron búðu eystanfyri.

Í 1890 vórðu teir indiánar, ið eftir vóru, fluttir í smá friðingarøki, har teir noyddist at vera. Nakrir gjørdist bøndur, men mangir gingu fyri einki. Fleiri enn millión indiánar liva enn í friðgarøkjunum í USA. Síðan 1970 hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur amerikanska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Á okkara døgum hava teir skipað fyri mótmælisgongum og kravt myndugleikarnar í Amerika eftir landaøki, ið teir eiga, og teir hava eisini roynt at líva uppaftur gamlan sið.

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". http://www.ncmuseumofhistory.org/collateral/articles/S95.First.Immigrants.pdf. Heintað 2011-05-11. 
  2. http://www.census.gov/prod/cen2000/dp1/2kh00.pdf
  3. "Archive copy". http://factfinder.census.gov/servlet/GRTTable?_bm=y&-geo_id=01000US&-_box_head_nbr=R0203&-ds_name=ACS_2006_EST_G00_&-format=US-30. Heintað 2011-05-11. 
  4. "Archive copy". http://www.leg.state.or.us/cis/faq.pdf. Heintað 2011-05-11. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið