Irokesarar, ho-dé-no-sau-nee, langhúsfólkið, vóru amerikanskir indianarar á leiðini sunnan- og eystan fyri Ontariovatn.

Her búðu irokesarar í Irokesasamgonguni.

Fyri 1600-talið skipaðu fimm av teimum irokesisku fólkunum - mohawk, oneida, onondaga, cayuga og seneca - Irokesarasambandið sum eftir at tuscarora-indianararnir fóru uppi í 1722, eisini varð rópt Tær Seks Tjóðirnar.

Aðrir ættarbólkar hjá irokesarunum - St. Lawrence-irokesarar, wyandot (huron), erie og susquehannock - vóru tó fíggindar hjá Irokesarasambandinum.

Irokesarar búðu í óheftum bygdarsamfeløgum við tretivu til hálvtannað hundrað langhúsum, har húski, sum vóru í ætt í kvinnugreinini, búðu. Tey vóru skipað í ættflokkar. Tær gomlu ráðandi kvinnurnar í familjuni, ættmøðurnar, tilnevndu menn av síni ætt umboð bæði í bygdarráðunum og sambandsráðnum. Hesir menn vórðu róptir "sachems", tað er friðarhøvdingar. Aðrir menn fingu politiskt vald við orðasnildi ella sum krígsleiðarar. Kvinnurnar dyrkaðu høvuðsgrønðina mais og grasker, og menninir tóku sær av kríggi, veiðu, handli og øðrum politiskum sambandi við umheimin. Hóast kvinnurnar høvdu stóra ávirkan bæði búskaparliga í landbúnaðinum, sum ættmøður og við at skipa átrúnaðarligan halgisið, var ikki talan um kvinnustýri, tí teir mannligu høvdingarnir høvdu tað formliga og útinnandi valdið.

Nú á døgum eiga irokesararnir, ið telja umleið hálvtrýss túsund, fleiri smá reservat í statunum New York og Wisconsin í USA og í Ontario í Kanada.

Irokesiska málættin

rætta

Tann irokesiska málættin er fjart skyld við tvær aðrar norður-amerikanskar málættir, sioux- og caddomál. Millum tey sjey irokesisku málini, ið enn verða talað, eru tey størstu mohawk, sum eini 3000 tala í New York, Wisconsin, Quebec og Ontario, og cherokee, sum eini ellivu túsund tala í Oklahoma og Norðurcarolina.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta