New York
New York er eitt stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 19 mió. íbúgvum. Albany er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er New York City. Í vestri og norðri hevur New York mark við Erievatn, Ontariovatn og Kanada (landslutir Ontario, Quebec), í eystri við New Hampshire, Massachusetts og Connecticut, og í suðri við Pennsylvania.
New York | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Albany |
Størsti býur: | New York City |
Innlimað: | 26. juli 1788 |
Guvernørur: | Andrew Cuomo (D) |
Vídd: | 141,299 km² |
Íbúgvar (2012): | 19,465,197 |
fyri km²: | 155.18/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.ny.gov |
Stakríkið New York verður onkuntíð nevndur the Empire State.
Søga
rættaIndiánarnir
rættaÍ stakríkunum Pennsylvania og New York fyri norðan í USA búgva, sum indianararnir har róptu seg sjálvar, Tær Seks Tjóðirnar, irokesarnir. Navnið irokesarar er komið úr tí franska iroquois. Tað eru fáir irokesarar eftir. Nakrir eru í Kanada, og nakrir eru norðarlara í stakríkinum New York, tí at tað hendi við hesum indianarum, sum tað hendi við so mongum øðrum fólkum, at teir vórðu drignir upp í klandrið, sum var ímillum evropeiskar tjóðir. Fransmenn høvdu búsett seg í landinum, sum varð til Kanada, og bretar høvdu búsett seg í teimum upprunaligu stakríkunum í USA, tað, vit vanliga rópa Nýongland. Krígsstøða varð millum Bretland og Frakland í síni tíð, og henda krígsstøða breiddi seg bæði í Kanada og USA. Hetta stríð vórðu millum annað irokesarar drignir uppí.
Fyrstu lyfturnar
rættaÍ stórbýum í New York hevði verið sera trupult at arbeitt ella at farið til handils, um ikki lyftur ella rullitrappur vóru. Fólk høvdu verið noydd at gingið trappur upp og trappur niður í háhúsum og í støðum undir jørð, og trupult hevði verið hjá illa gongdum fólki at sloppið upp og niður. Otis Elevator Company (OTIS) gjørdi í Yonkers, New York í 1852 fyrstu lyftuna, hon gekk við dampspæli.
Í 1854 sýndi verkfrøðingurin Elisha Graves Otis (3. august 1811 – 8. apríl 1861) á fyrsta sinni fram trygdarlyftu sína. Standandi á henni høgt uppi, gav hann boð um at kvetta línuna, ið helt lyftuni. Bremsurnar tóku straks um stýrisskinnarnar, so hon ikki datt niður. Síðan hava allar lyftur í New York havt hesa trygdarskipan. Í 1872 varð oljutrýstlyftan uppfunnin eisini í New York, og í 1907 uppfann týska fyritøkan Siemens elektrisku lyftuna.
Kreppa
rætta- Høvuðsgrein: Heimskreppan 1929
Eftir fyrra veraldarbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York City rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um alt USA og allan heimin. Í t.d. Brasil gjørdist álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á gummi og kaffi. Mong fólk í USA fóru á húsagang eftir skrædlið í New York. Fólk seldu bilar og aðrir virðislutir fyri lítið og einki til tess at fáa sær reiðan pening.
11. september 2001
rætta- Høvuðsgrein: Yvirgangsálopið 9/11
Hin 11. september 2001 gjørdist ein dagur, ið setti stór spor fyri eftirtíðina. Tann dagin fóru fleiri yvirgangsálop og atsóknir fram móti USA innanfyri fáir tímar. Fýra flogfør vóru rænd, og síðan vóru trý av teimum brúkt til at raka bygningar í USA meint. Tann mest álvarsama av atsóknunum, og sum eydnaðist til fulnar fyri yvirgangsmenninar, var álopið á World Trade Center á Manhattan í New York City. Har stóðu tvey høghús, sum vóru kend sum Twin Towers (Tvíburðatórnini). Har vóru nógvar skrivstovur inni í báðum bygningunum, matstovur og mangt annað. Hendingarnar fóru fram um morgunin, amerikanska tíð. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í tað eina tornið, sum alt í einum stóð í loga. Umleið ein hálvan tíma seinni kom eitt annað flogfar og rendi inn í hitt tornið. Áðrenn tveir tímar vóru farnir frá tí at fyrra tornið var rakt, rapaðu báðir bygningarnir og nógv fólk doyðu. Tað vísti seg tá, at talan var um sjálvmorðsatsóknir, har yvirgangamenn høvdu tikið ræði á flogførum og stýrdu tey beint inn í týdningarmikil mál í USA. Eitt flogfar fleyg inn í Pentagon-bygningin í Virginia.
Meiningin var at øll fýra flogførini skuldu brúkast uppá sama máta móti fýra bygningum, men í tí fjórða flogfarinum varnaðust nøkur av ferðafólkunum, hvat ið fór at henda og tóku tí ræði á flogrænarunum, úrslitið var, at flogfarið datt niður á ein bø í Pennsylvania. Í alt doyðu nærum 3000 fólk í øllum fýra yvirgangsálopunum, íroknað tey 246 sivilu ferðafólkini í flogførunum og teir 19 flogránararnir. Tað vardi ikki longi, áðrenn illgruni var um, at arabiski yvirgangsfelagskapurin al-Qaeda stóð aftanfyri yvirgangsatsóknunum, og í 2004, átók al-Qaeda leiðarin Osama bin Laden, sum til tá hevði noktað at hava nakað við atkóknirnar at gera, sær ábyrgdina.[1] Í mai 2002 vóru tey liðug við uppruddingina av staðnum, har World Trade Center stóð. Ætlanin er at byggja ein nýggjan høgan bygning, sum skal standa liðugur í 2013 á Ground Zero, sum staðið verður rópt, har tvíburðatórnini stóðu. Bygningurin skal eita One World Trade Center. Bygningurin verður 541,3 metrar høgur íroknað spírið, og verður harvið triðhægsti bygningur í heiminum og hægsti bygningur í vestaru hemisferu.[2][3].
Politikkur
rættaSamkynd
rættaSenatið í New York samtykti í 2011 at viðurkenna rættin hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Uppskotið varð samtykt við 33 atkvøðum fyri og 29 ímóti. New York er tann sætti amerikanski staturin, sum viðurkennir hjúnarlag millum samkynd.
Vælkendir býir og bygdir
rættaSí eisini
rættaSlóðir úteftir
rætta- Heimasíða, ny.gov
- Stakríkið New York á kortinum, openstreetmap.org
Keldur
rætta- ↑ CBC.ca, Bin Laden claims responsibility for 9/11
- ↑ "Skyscraperpage.com, tallest buildings in NY". Skyscraperpage.com. http://skyscraperpage.com/diagrams/?cityID=8. Heintað 2012-06-23.
- ↑ "Tallest buildings under construction in the world". Skyscraperpage.com. http://skyscraperpage.com/diagrams/?25002165. Heintað 2012-06-23.