Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston. Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Í norðri hevur Massachusetts mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Eyknevni er Víkstaturin (enskt: Bay State). Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine.

Flagg Skjøldur
Flag of Massachusetts.svg Seal of Massachusetts.svg
Map of USA MA.svg
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Boston
Størsti býur: Boston
Innlimað: 6. februar 1788
Guvernørur: Deval Patrick (D)
Vídd: 27 336 km²
Íbúgvar (2012): 6 587 536
fyri km²: 324,0/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.mass.gov

Upprunafólkið í Massachusetts eru indiánar. Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia.

Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849.

Innihaldsyvirlit

SøgaRætta

NiðursetufólkiðRætta

 
Mayflower. Skipið, sum flutti fyrstu niðursetufólkini til Massachusetts.

Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth1620) og Massachusetts Bay1630) í Massachusetts. Tey komu við vónum um at røkja sína trúgv uttan uppílegging av høvuðkambum, biskupum, prestum og øðrum, sum trýstu tey at hoyra til almennu kirkjuna. Niðursetufólkini ella pílagrímarnir vóru ein blandingur av fólkum ymsastaðnis frá: serliga týskarar, fraklendingar og onglendingar. Teir síðstnevndu búsettu seg í landnyrðingshorninum, t.d. í Boston. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir (separatistarnir), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.

Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni [1], ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har.

KeldurRætta

Sí eisiniRætta