Rhode Island
Rhode Island (enskt: State of Rhode Island) er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 1 mió. íbúgvum. Rhode Island er tað minsta stakríkið, bæði í Nýonglandi og í USA. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Providence. Í norðri og í eystri hevur Rhode Island mark við Massachusetts, og í vestri við Connecticut. Í suðri liggur Atlantshavið. Í 1790 bleiv Rhode Island lutstatur. Eyknevni er Hin Havstaturin (enskt: The Ocean State).
Rhode Island | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Providence |
Størsti býur: | Providence |
Innlimað: | 29. mai 1790 |
Guvernørur: | Lincoln Chafee |
Vídd: | 4.002 km² |
Íbúgvar (2010): | 1.052.567 |
fyri km²: | 263/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.ri.gov |
Fólkatalsfrøði
rættaRhode Island er tað stakríkið í USA, har fólkatættleikin er størstur. Víddin á lendinum er 3.140 km². Til samanbering er Føroyar 1.399 km². Har býr eisini meiri enn ein millión fólk. Fólkatættleikin í Føroyum er 34,5 í 2015. Í Rhode Island er fólkatættleikin uml. 388 fólk fyri hvønn km² í 2015. Fólkatættleikin á 388/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Rhode Island; umleið 63 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2014. Hetta er hægsta talið av katolikkum í USA.[1] 27 prosent eru protestantar. Fólkið er ættað úr Italia (19 %), Írlandi (18,3 %), Onglandi (12,1 %), Portugal (8,2 %), og Fraklandi (8 %).[2] Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 293.000 krónur (41,678 USD) í 2015. Eisini er Rhode Island millum ríkastu stakríki í USA.
Landafrøði
rættaState of Rhode Island er tann minsti lutstatur í Sameindu Statunum, USA. Til støddar er Rhode Island sum Luksemborg í Beneluks. Lutstaturin fevnir um eitt øki á 4,002 km². Rhode Island er eitt heilt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti Massachusetts og Connecticut. Í Rhode Island eru umleið 38 oyggjar; størsta oyggin kallast Aquidneck Island ella Rhode Island. Aðrir stórar oyggjar eru t.d. Conanicut Island, Block Island, Prudence Island, Goat Island, v.f. Á Aquidneck Island, sum eisini verður nevnt Rhode Island og er 98 ferkilometrar til støddar, búgva 58.000 fólk. Flestu fólkið búgva sosatt ikki á oyggjunum, men í Providence Plantations (á meginlandinum m.a. í størstu býurin Providence og økinum rundanum). Staturin er landafrøðiliga býtt í tvey. Meðan eysturparturin av statinum hevur eitt landslag eyðkent við sínum vøkrum strondum, oyggjar og sker, er vesturparturin av Rhode Island mest sum alt skógarlandslag. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Jerimoth Hill, er ikki hægri enn 247 m.
Oyggjar
rættaNógvar oyggjar eru í Rhode Island. Summar oyggjarnar eru bara smáir og óbygdir hólmar, aðrar eru stórar og tættbygdir. Aquidneck Island er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin. Býurin Newport liggur við Easton-víkina í syðra parti av Aquidneck-oynni. Oyggin Block Island er hin næststørsta. Høvuðsbýurin á Conanicut eitur Jamestown. Gott buss og ferjusamband er millum oyggjarnar.
Nummar | Oyggj | Vídd (km²) | Fólkatal |
---|---|---|---|
1. | Aquidneck Island | 97.9 km² | 58,211 |
2. | Block Island | 25.21 km² | 1,051 |
3. | Conanicut Island | 24.46 km² | 5,622 |
4. | Prudence Island | 14.43 km² | 88 |
5. | Patience Island | 0,85 km² | 3 |
6. | Hog Island | 0,79 km² | 20 |
7. | Dutch Island | 0,41 km² | 0 |
8. | Coasters Harbor Island | 0,37 km² | 37 |
Sí eisini
rætta- ↑ "Archive copy". http://www.adherents.com/largecom/com_romcath.html. Heintað 2015-11-27.
- ↑ "Archive copy". http://quickfacts.census.gov/qfd/states/44000.html. Heintað 2015-11-27.