Ongland
| |||
Tjóðarslagorð: Dieu Et Mon Droit | |||
Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | London | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | |||
Fullveldi | 927 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
130,395 km² 1,3 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
53 493 729 410/km² | ||
Gjaldoyra | Pund (GBP) | ||
Tíðarøki | UTC | ||
Økisnavn á alnetinum | .uk | ||
Telefonkota | +44
| ||
Ongland (enskt: England) er eitt land sum hongur saman við Skotland, Wales og Norðurírland. Tey kalla tað Stóra Bretland. Ongland er størsti og fjølbygdasti parturin í Bretandi. Nógv av fólkinum býr í stórbýum: London, Birmingham og Manchester. Nógvir býir eru gamlir íðnaðarbýir. Landslagið skiftur úr gróðramiklum akurlendi har suðuri og har eysturií heyggjutar heiðar norðantil og vestantil. Allastaðni í Onglandi eru hugnaligar bygdir, og gomul hús og handlar eru ofta uttan um almenningin í bygdini.
Søga
rættaMeðan sóttin svarta herjaði, doyði so nógv fólk, at nógv jørð var, sum eingin arvingini stóð til. Tí gjørdist hon bílig samstundis sum trot var á arbeiðsmegi. Tað hevði við sær, at arbeiðslønin hækkaði, og hetta kom góðseigarunum illa við. Í Onglandi stuðlaði ríkið góðseigarunum og ásetti hámarksløn og legði eykaskatt á bæði bøndur og arbeiðarar. Tað elvdi til, at bøndurnir gjørdu uppreistur í 1381 og fóru í stórum flokkum til London at mótmæla hjá kongi, tí fjúrtan ára gamla Rikardi 2. Wat Tyler (1341-1381), ið var fyrrverandi hermaður, gekk á odda fyri bóndum úr Suðuronglandi til London at mótmæla hjá kongi. Túsundtals aðrir bøndur komu afturat úr Eysturonglandi. Á veg hagar rændu teir frá hond og brendu garðar í grund. Tá ið blaðungi kongurin stóð fyri mannamúgvuni, segði hann seg vilja játtað øllum krøvum teirra. Tá ið bøndurnir vóru sissaðir, breyt kongur lyfti sítt og gav boð um at drepa oddamenninar fyri uppreistrinum. At enda róku kongsins herdeildir bøndurnar heim aftur.
Protestantiska kongsdóttirin Elisabeth (7. september 1533 – 24. mars 1603) tók við ensku trúnuni í 1558. Til høvuðsráðharra fekk hon sær ein embætismann úr miðalstættini, William Cecil, sum telist ímillum bestu ráðgevar, enska kongshúsið nakrantíð hevur havt. Kongshúsið lýsti Ongland at vera protestantiskt, men læt katolikkar fáa frið so leingi, teir vóru trúnuni trúgvir. Í mong ár sat drotningin ikki trygg á trúnuni, tí at katólska skotska drotningin kravdi, at hon skuldi vera drotning í Onglandi. Aðrir valdsharrar hóttu eisini Elisabeth, eina mest Filip 2., kongur av Spania, sum var ítarsti talsmaður fyri katólsku kirkjuni. Í 1558 sendi hann stóran herskipaflota, armaduna, ímóti Onglandi, men spaniamenn tapti so dyggiliga.
Tá ið Elisabeth drotning andaðist í árinum 1603, gjørdist sonur Mariu Stuart, Jákup 1., kongur. Hann kom at ráða í Onglandi eins og í Skotlandi og Írlandi. Katolikkarnir høvdu væntað sær góð kor undir stýri hansara, men teir fýltust so á sømdirnar, hann veitti teimum, at teir tóku seg saman at spreingja eingilska tinghúsið við kongi og tingmonnum í luftina, men rakt var við hesa krútsamgongu, sum hon varð kallað, og teir fingu allir harðasta dóm. Einum av teim eingilsku trúarflokkunum, puritanunum, fór kongur so illa við, at teir búðu út skipið Mayflower, og við tí rýmdu nógvir teirra til USA. Á eysturstrondini í USA grundaðu teir eina útbygd, sum teir nevndu Nýongland.
Aftan á Jákup 1., ið hevði stýrt frá 1603-1625, kom sonur hansara, Karl 1., sum ráddi frá 1625-1649. Hann lá alla tíðina í stríð við tingið, ið nevndist parlamentið. Tað helt fast við síni rættindi og vildi ikki geva tey frá sær, hann sendi tí tingið heim ferð eftir ferð, og at enda stýrdi hann landinum einsamallur. Hetta stóð við í 11 ár. Men tá ið hann tók sær fyri at troka eingilskar kirkjusiðir inn á skotar, gjørdust teir so illir, at teir tóku til vápnini til at verja kirkju sína. Kongur var tá noyddur at kalla tingið saman til at útvega pening til krígsførsluna. Men tá ið tingið kom saman, var tað meira hugsað at harta teir menn, sum høvdu styðjað kongin øll hesi árini í hansara ólógliga stýrishátti, enn tað var at veita honum stuðul í stríðnum móti skotum. Kongi líkaði tingsins atburð so illa, at hann rýmdi til Norðuronglands at savna sær eitt herlið at senda móti tinginum. Tingið fór so eisini at savna sær ein her, og í árinum 1642 brast innanlandsstríð á millum hesar báðar partarnar.
Í fyrstuni var tingherurin við undirlutan. Men so kom Oliver Cromwell upp í leikin. Hann var tingmaður, men har avrikaði hann einki stórvegis. Men tá ið hann kom at standa sum oddamaður fyri einum av tingherunum, var hann annar maður, tá kom eingin honum nær. Hann hevði ógvuliga hart yvir hermonnum sínum, ólíkligt tos ella fyllskapur toldist ikki. Tað vardi ikki leingi, til Cromwell fekk leiðsluna av øllum tingherinum, og tá ið høvuðsbardagin stóð millum herliðini, var Cromwell við yvirlutan. Kongur varð tikin til fanga og dømdur til deyða; hann varð síðan hálshøgdur; hetta hendi í 1649. Aftan á deyða Karls varð kongadømið avtikið, og landið skipað sum eitt tjóðveldi. Men hetta líkaði írum og skotum so illa, at teir gjørdu uppreistur ímóti tinginum og valdu son Karls 1. til kongs, og varð hann nevndur Karl 2. Men hetta læt Cromwell ikki um seg ganga, fyrst fór hann til Írlands og kúgaði teir, síðani til Skotlands, ið eisini noyddist at lúta, og tá ið Karl 2. hætti sær at koma inn í Norðurongland við einum herliði, varð hann so dyggiliga sligin, at hann noyddist at rýma av landinum og søkja sær skjól í Frankaríki.
Karl 2. gjørdist eingilskur kongur aftur í 1660. Men kongsstarvið lá ikki væl fyri honum. Hann var tí ikki dámdur av fólkinum, og tingið samdist hann illa við, men tí vann hann einki av, tað stóð í øllum førum upp á sín rætt. Eftir deyða hansara í 1685 gjørdist bróðirin, Jákup 2., kongur. Hann var katolikkur, og av tí at fólkið tí óttaðist fyri, at landið aftur fór at koma undir pávans vald, gjørdi tað uppreistur móti honum og beyð dótturmanni hansara, Vilhelm III av Orania, krúnuna. Jákup var so noyddur at flýggja til Frankaríkis í 1688.
Politikkur
rættaRegiónir Onglands
rættaÍ Onglandi eru regiónirnar tann hægsta sundurbýti av fyrisitingarligum eindum hjá tjóðartingi Stóra Bretlands. Frá 1994 til 2011 útførdu regiónirnar ymiskar uppgávur fyri stjórnina, men soleiðis er ikki longur. Tó verða regiónirnar enn nýttar til ymisk fyrisitingarlig endamál. Regiónirnar eru valdømi Onglands til Evropaparlamentsvalini. Eurostat nýtir eisini regiónirnar sum mark til tað fyrsta stigi av hagtølum innan ES (Nomenclature of Territorial Units for Statistics, stytt NUTS).
Mentan
rættaLandafrøði
rættaEystursíðan av Onglandi er mest slættlendi. Nógvastaðni er landið so lágt, at teir mugu hava gjørt verjugarðar sum í Hálandi. Har er góð jørð, helst í landsynningshorninum. Skógum er lítið av nú, men allastaðni síggjast trø; ofta standa tey sum mark millum teir ymsu garðarnar. Áirnar, sum renna eystur í Norðsjógvin, eru heldur stuttar, men breiðar og føra nógv vatn við sær. Tær eru reinar í munnanum, og í áarósunum eru góðar skipahavnir. Av víkum eru at nevna Thames og Humber. Frá Skotlandi gongur ein fjallaryggur, Penninsku fjøllini, langt suður í landið. Tey eru lág og berlig, mest heiðar og mýrar. Vestan fyri fjøllini er so aftur eitt strekki av slættlendi, men í Cumberlandi (og Wales) taka tey seg uppaftur. Í Cumberlandi er frálíka natúrvakurt; millum tey lágu, grønu fjøllini eru vøtn í hópatali. Nógv fólk leita hagar um summarið. Í Cornwall er eisini nakað av fjallalendi, og lágir hamrar ganga fram við strondini. Fram við Ermarsundi er eisini hamarsklettur fyri á fleiri strekkjum, men teir hamrarnir eru mest av kriti. Har suðuri við kanalina eru annars nógv baðipláss, og um summarið er yðjandi fult av fólki.
Búskapur
rættaLandbúnaður
rættaTó at jørðin í eystara og sunnara parti av Onglandi ber væl korn, hevur landbúnaðurin ikki so nógv at siga sum í mongum øðrum londum. Hetta kemur fyri ein part av, at tað eru ríkir aðalmenn, ið hava átt tað mesta av jørðini, og teir hava heldur viljað latið hana ligið sum haga enn at velt í henni, so villini djór kunna hava hildið til har. Djóraveiða hevur verið ein tann besti stuttleiki teirra. Meðan síðsta heimsorrustan var, fóru onglendingar kortini at leggja meira dent á jarðarbrúkið, og stór lendir vóru undanvelt. Kornsløgini, teir velta mest av, eru bygg, hveiti og havri. Av fóðurrótum velta teir eisini nógv. Annars leggja teir stóran dent á at sita væl um grasbøin, tí teir hava oftast bæði nógv neyt og nógvan seyð; so tað skal nógv hoyggj ella súrhoyggj til. Eingilsku neytini eru góð; helst eru fitisløgini tiltikin. Vestan fyri Penninsku fjøllini er veðurlagið so vátligt, at ikki ber væl til at dyrka korn, og har liggja tí stór lendir til seyð. Í sjálvum fjøllunum er eisini nógvur seyður. Fyri at hjálpa til at fáa meira burtur úr jørðini hevur eingilska stjórnin latið stóran studning til bøndurnar, so teir kunna hava fingið sær tey nýggjastu maskinamboð. Men landið má tó flyta nøgd inn av matvaru; nógv av henni kemur úr Danmark og úr Nýsælandi.
Fiskiskapur
rættaFiskiskapurin hevur nógv at týða, og onglendingar fiska allastaðni rundan um sjálvt Bretland, men teir royna eisini á øllum fiskileiðum í norðara parti av Atlantshavinum. Til langfarafiskiskap hava teir stórtrolarar, men í Norðsjónum brúka teir smærri før. Teir fáa kortini ikki so mikið av fiski, sum tørvur er á, men mugu keypa ein hóp afturat. Av londum, sum selja fisk til OngIands, skulu vit nevna Føroyar, Ísland, Danmark og Noreg.
Ídnaður
rættaBæði í Penninsku fjøllunum og í fjøllunum í Wales eru stórar jarn- og kolalindir. Har er tí nógv fólk, sum livir av at høgga kol ella jarn. At kalla alt jarnið verður tilgjørt í landinum, og har eru tí ógvuliga nógvar verksmiðjur og ídnaðarvirkir: umleið helvtin av fólkinum arbeiðir í slíkum. Í summum pørtum av landinum eru fabrikkirnar so tættar, at luftin er altíð svart av kolaroyki. Tættastar eru tær sunnan fyri Birmingham; har er alt so útdálkað í royki og sóti, at onglendingar nevna tað "svarta landið". Fyrr fluttu onglendingar nógv kol burtur til onnur lond, men nú verður tað mesta brúkt í landinum. Nógv tok hava kol til drivmegi, og á fabrikkum og damparum verður tað eisini brúkt, umframt til brenni. Onglendingar vóru teir fyrstu, sum fóru at gera nyttu burtur úr dampmaskinuni. Á verksmiðjunum og ídnaðarvirkjunum verða gjørd flogfør, tok, bilar, motorar, traktorar, skotvápn og annars øll amboð, ið hugsast kunna. Men umframt fabrikkir, sum gera jarnvaru, eru í Onglandi eisini nógv virkir, sum gera klædnavaru. Ullin úr Onglandi ger ikki nógmikið út, og tí flyta teir nógva ull úr Avstralia og Nýsælandi: bummullin verður flutt úr USA ella aðrastaðni. Eingilsk vara er gitin fyri góðsku, og stendur "made in England" á plaggi ella amboði, kann keyparin vera toliliga vísur í, at hann fær virði fyri pengarnar.
Til at flyta varu burtur og føra aðra aftur hevur Ongland stóran farmaskipaflota, tann næststørsta í heiminum. Eingilsk skip síggjast á øllum høvum og í øllum havnum, og eingilskt mál heyrist í øllum havnabýum í verðini. Til at verja farmaskipaflotan og forða fyri, at skipasambandið millum teir ymsu partarnar av eingilska heimsveldinum verður kvett í ófriðartíðum, hava teir ein stóran herskipaflota.