Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Seyður
Faroese sheeps.1.jpg
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Artiodactyla
Ætt: Bovidae
Undirætt: Caprinae
Slekt: Ovis
Slag: O. aries
Binomial name
Ovis aries
Linnaeus, 1758

Seyður (frøðiheiti - Ovis aries) er slag av ullaðum jóturdýri. Seyður varð tamdur fyri mongum árum síðani, bæði fyri ullina, kjøtið og tá eisini mjólkina. Um summarið verður seyðurin royttur. Ullin verður spunnin til tógv, sum síðan verður bundið til troyggjur, hosur og annað. Um heystið verður nógvur seyður flettir.

Tað finnast yvir 1,000,000,000 seyðir í heiminum harav meginparturin er tamdur. Seyður kann bólkast í umleið 200 seyðasløg.

Í Føroyum eru umleið 75.000 seyðir av slagnum, sum á enskum verður kallað, North Ronaldsay native Sheep.

Villur mufflonseyður, sum nú á døgnum einans livir á Miðjarðarhavsoyggjunum Korsika og Sardina, verður hildin at vera næsti ættfaðir at tamur seyðinum. Tær elstu leivinar av seyði, ið helst hevur verið tamur, eru 11000 ár.

Seyðurin kom til Skandinavia fyri uml. 6000 árum siðan, tá ið landbúnaðarmentanin kom henda vegin við seyði, svinum, geitum og neytum. Nær seyður er komin til Føroya, er ilt at siga. Frá søgnin hjá írska munkinum Dicuil tyðir upp á, at seyður var i Føroyum á 800.

Tríggir dímunarseyðir eru varðveittir, Teir verða sýndir fram á Føroyar Forminnissavni. Teir eru svartir og smátir. Hvíð eitt serligt seyðaslag skal hava verið úti i Dímun hevur nógv verið gitt um. Við ti livsfrøð illigu vitan, við nú á døgum hava um ilegur, og hvussá ilegur fyri ávisum eginleikom klára seg undir ávisum umstøðum, kunna vit meta um, hví dímunarseyðurin sá øðrvisi út og hvør endin á honum varð.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
ð á í ó ý  ú