Vermont
Stakríki Vermont (enskt: State of Vermont) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Vermont er tað triðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine og Massachusetts. Her í Vermont búgva umleið 626 000 fólk. Montpelier er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Burlington.
Vermont | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Montpelier |
Størsti býur: | Burlington |
Innlimað: | 4. mars 1791 |
Guvernørur: | Phillip Scott (R) |
Vídd: | 24,923 km² |
Íbúgvar (2014): | 626,562 |
fyri km²: | 26.1/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.vermont.gov |
Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við Kanada (Quebec), í eystri við New Hampshire, í suðri við Massachusetts, og í vestri við New York. Í 1791 bleiv Vermont stakríki í USA. Eyknevni er Grønfjallstaturin (enskt: The Green Mountain State). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015[1]) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, mais og landbúnaðarvara. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur.[2] Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er Montpelier. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í New England, og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.
Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí vetrarnir eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um heystið og koma aftur um várið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi trø. Í New England er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, summar og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.
Í fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning vóru mohawk-indiánar høvuðsfólkið í Vermont.
Størstu býir
rættaTeir 8 størstu býirnir (cities) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[3]
- Burlington 42 819
- South Burlington 19 509
- Rutland 15 074
- Barre 8 528
- Montpelier 7 372
- Winooski 7 333
- St. Albans 6 801
- Newport 4 257
Bygdir
rættaTær 4 størstu bygdirnar (towns) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2010 hesir:
- Essex 19 587
- Colchester 17 067
- Bennington 15 764
- Brattleboro 12 046
Myndir
rætta-
Tinghúsið í Montpelier (The Vermont State House)
-
Áin Winooski í Montpelier.
-
Burlington
-
Takta træbrúgv í Bartonsville
-
Nærindis Plymouth í fjallarøðini The Green Mountains
-
Lake Willoughby um heystið
-
Vermont um veturin.
-
Fjallið Mount Mansfield er 1339 metrar høgt og hægsta fjallið í Vermont.
-
Maple Ridge Trail nærindis Mount Mansfield.
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Heimasíða hjá stjórnini: vermont.gov
- Vermont, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 44°0′0″N 72°42′0″W / 44.00000°N 72.70000°W
Keldutilfar
rætta- ↑ Forests in the Green Mountain State, fs.fed.us
- ↑ A Look at Vermont Agriculture, agclassroom.org
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Vermont, citypopulation.de