Enskt mál

(Ávíst frá Enskt)

Enskt mál (ella eingilskt) er móðurmál hjá umleið 372 000 000 fólkum, harav um 231 000 000 í USA (amerikanskt enskt), um 60 000 000 í Stóra Bretlandi, góðum 19 000 000 í Kanada, um 17 700 000 í Avstralia, sløkum 4 800 000 í Suðurafrika, um 4 200 000 í Írlandi og um 3 700 000 í Nýsælandi. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum.[1] Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt.

Enskt
english
Tosað í: Bretland, USA, Kanada, Avstralia, Írland, Nýsæland, Suðurafrika, v.fl.
Tosandi íalt: uml. 372 000 000
Málætt: indo-evropeiskt

  germanskt
    vesturgermanskt
      enskt mál.

Málkotur
ISO 639-1: en
ISO 639-2: eng
ISO 639-3:

.

Lond við meiriluta av fólki, ið tala enskt.

Enskt er málið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum.

Formlæra

rætta

Kenniorð

rætta
 
Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við ávís staðanøvn, t.d. lond, sum enda við “states”, “kingdom” ella “republic”.

 
Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við nøvn á skipum, dagbløðum, matstovum og almennum bygningum, lista og forngripasøvnum.

Óbundna kenniorðið er "a"/"an". Bundna kenniorðið er "the". Á føroyskum verður óbundna kenniorðið bent í kynjum og føllum: ein/eitt/einum/eini/o.s.fr. Á enskum hevur óbundna kenniorðið bert tveir formar: “a” og “an”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta “a” ella “an”. Tað eitur "a" framman fyri hjáljóð. T.d. “a man” ella “a horse”. Tað eitur "an" framman fyri sjálvljóð. T.d. “an old man” ella “an hour” (h hoyrist ikki). Óbundna kenniorðið verður í høvuðsheitum nýtt sum á føroyskum, t.e. framman fyri teljandi navnorð í eintali. T.d. “an apple grows on a tree” (eitt súrepli veksur á einum træi). Men framman fyri óteljandi navnorð er einki "a"/"an", t.d. “bread is made from flour” (breyð er gjørt úr mjøli). Í óbundnari tíðarmerking nýta vit vanliga “one”, t.d. “one day her husband came” (ein dagin kom maður hennara heim). Tó kann ta eita “a”/“an” í sambandi við fyriseting, t.d. “on a warm summer morning” (ein heitan summarmorgun).

Á enskum stendur bundna kenniorðið framman fyri navnorðið og eitur altíð “the”. Framburðurin er “de” ella “di”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta framburðin “de” ella framburðin “di”. Framburðurin er “de” framman fyri hjáljóð, t.d. “the ear” ella “the USA”. Framburðurin er “di” framman fyri sjálvljóð, t.d. “the hour”, “the apple” ella “the elephant”. Við áherðslu á kenniorðið kann tað verða framborið “di” framman fyri hjáljóð, t.d. “this is ‘’the’’ man we need” (júst tann rætti). Eins og á føroyskum nýta vit bundna kenniorðið, tá ið navnorðið er kent fyri okkum, t.d. “did you see the color of the sun last night?” (sást tú litin á sólini í gjárkvøldið). Enskt hevur bundna kenniorðið í sambandi við (føroyskt ikki): 



  • ljóðføri, ein spælir uppá ella dugir at spæla. T.d. “I play the violin” (eg spæli violin). 

  • navnorð, ið eru knýtt at eini "of"-umskriving. T.d. “he is the owner of the fishfarm” (hann eigur alibrúkið). 

  • raðtøl og dagfestingar. T.d. “it happened on the third of June” (tað hendi triðja juni)

  • nøkur mállæruheiti. T.d. “the noun is in the singular” (navnorðið er í eintali).

  • orðini same, following, former, latter. T.d. “we were in Los Angeles at the same time” (vit vóru í Los Angeles um somu tíð).
  • orðini north, south, east, west, right, left eftir fyriseting. T.d. “to the north of the Faroe Islands” (norðan fyri Føroyar). 



Einki “the” er í mótsetningum, ella tá ið orðini eru hjáorð, t.d. “from right to left” (frá høgru til vinstru) ella “the room faces north” (kamarið vendir norðureftir). Summi navnorð hava eina óavmarkaða og eina avmarkaða merking, t.d. “life”, “death”, “hope”, “society” ella “unemployment”. Við óavmarkaðari merking eru orðini óbundin. Við avmarkaðari merking eru tey bundin. T.d. óbundin á enskum “we often put the blame on society” (vit geva ofta samfelagnum skyldina) og bundin á enskum “the society we are living in” (hetta samfelagið…).

rætta
 
Ymisk orðanýtsla er á bretskum og amerikonskum: amerikanar kalla t.d. “post” fyri “mail” (postur), “holiday” fyri “vacation” (feria), “autumn” fyri “fall” (heyst), “bill” fyri “check” (rokning), “biscuit” fyri “cookie” (keks), osfr.

Á føroyskum bendast navnorðini í føllum, kynjum og tali: drog/drongur/dreingir/o.s.fr. Á enskum bendast tey bert í tali: eintal “boy”, fleital “boys”. Summi navnorð er óteljandi og koma bara fyri í eintali, t.d. “heat”, “weather” ella “water”. Flest navnorð fáa í fleirtali endingina s. Framburðurin er [s] ella [z]. T.d. “book, books”, “cab, cabs”, “boys, boys”. Navnorð, sum í eintali enda við s-ljóði fáa endingina es. T.d. “watch, watches ella “bus, buses”. Orð, sum í eintali enda við y eftir hjáljóð, fáa í fleirtali endingina ies. T.d. “lady, ladies”, “hobby, hobbies” ella “story, stories”. Y verður óbroytt, um sjálvljóð stendur frammanfyri, t.d. “boys, boys”, “day, days” ella “key, keys”. Nøkur orð, sum enda við o, fáa í fleirtali endingina es, t.d. “tomtato, tomatoes”, “hero, heroes”, “vulcano, vulcanoes”. Onnur fáa endingina s. Hetta eru serliga nýggj orð, t.d. til tøkni ella tónleik, og stytt orð. T.d. “video, videos”, “kilo, kilos” ella “piano, pianos”. Við hvørt eru báðir møguleikar: “cargo, cargo(e)s”, “commando, commando(e)s”. 



Trettan orð, sum í eintali enda við f ella fe fáa í fleirtali endingina ves, t.d. “calf, calves”, “knife, knives”, “life, lives”, “wife, wives”. Framburður [vz]. Onnur orð við f(e) bendast reguliga. Framburður [fs]. T.d. “chief, chiefs”, “safe, safes”, “proof, proofs”, v.f. Summi orð kunnu taka [fs] ella [vs], t.d. “scarf, scarfs/scarves”, “hoof, hoofs/hooves”, “wharf, wharfs/wharves”. Sjey orð fáa umljóð í fleirtali. Tey flestu av hesum fáa eisini umljóð í føroyskum. T.d. “man, men”, “foot, feet”, “goose, geese”, “mouce, mice”, v.f. 3 orð fáa í fleirtali endingina (r)en, t.d. “child, children” og “ox, oxen”. “Hundred”, “thousand”, “million” og “dozen” (dusin) fáa einki s í fleirtali, tá ið eitt tal stendur frammanfyri, t.d. “a dozen knives”, “six million bucks” ella “five thousand vehicles”. Men tey fáa s í fleirtali, um einki tal stendur frammanfyri, t.d. “thousands of people” (í hundraðtali) ella “dozens of people” (í hópatali). Í sambandi við “several” fáa tey einki s, t.d. “several hundred soldiers” (fleiri hundrað). 



Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi djór, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til matna, eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two pairs of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (neyt), “police” (løgregla), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (hervald). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika).

Fornøvn

rætta
 
Í USA og partvís í Bretlandi eru onnur heiti fyri longdarmát, rúmmát, vídd og vekt enn í øðrum londum, t.d. "acres", "pounds", "gallons", "yards", osfr.
Hvørfall Hvønn- og hvørjumfall
Eintal 1. pers. I eg me meg/mær
2. pers. you tú/tygum you teg/tær/tygum
3. pers. he, she, it hann, hon, tað him, her, it hann/honum, hana/henni, tað/tí
Fleirtal 1. pers. we vit us okkum
2. pers. you tit you tykkum
3. pers. they tey them tey/teimum
 
Í USA er vanligt at mála hita í stigum Fahrenheit (℉).

Persónsfornøvn standa vanliga í sama falli á føroyskum og enskum, t.d. “I love you” (eg elski teg), “he gave me a gift” (hann gav mær eina gávu) ella “I looked at her” (eg hugdi at henni). Við hvørt er munur á føroyskum og enskum. Á føroyskum stendur umsagnarliður til grundlið í hvørfalli, t.d. “tað eri eg”. Á enskum er vanligt í talumáli at seta hann í hvønnfalli, t.d. “it is me” ella “it is I” (hátíðarligt mál). Hvønnfall kann somuleiðis í gerandisligum máli vera nýtt í sambandi við “as” og “than”, t.d. “she is as clever as him” ella “he is older than me”. Á føroyskum hava vit kvennkyns-, kallkyns- og hvørkikynsorð. Á enskum eru flest navnorð hvørkikyn, t.d. “boat” (it, hann), “lamp” (it, hon) ella “tree” (it, tað). “He” og “she” verður nýtt um fólk,men kann tó í ávísum førum nýtast um annað enn fólk, t.d. lond, skip og djór. Vanligt er at nýta “she”/“her” um skip, serliga tá ið tú hevur persónligan áhuga fyri tí, ella um tað er nevnt við navni. “She”/“her” verður somuleiðis nýtt um lond, tá ið hugsað verður um landið sum tjóð, t.d. “Iceland gained her independence in 1944”. 



Á enskum er vanligt at siga “it” um djór; “he”/“she” kann tó verða sagt um djór, ið eru knýtt at menniskjum, t.d. “Is that your cat? She is beautiful”. Eisini siga vit “he”/“she”, tá ið dentur verður lagdur á kynið á djórinum, t.d. “she is a mare” (ryssa). Kvenndjórið og kalldjórið hava ofta serstøk nøvn eins og á føroyskum. Tá ið tað vísir aftur á ein setning, kann tað á enskum eita “so”. Hetta er í sambandi við orð sum t.d. “think”, “hope”, “say”, “suppose”, v.f. T.d. “yes, I think so” (eg haldi tað) ella “I hope so” (eg vóni tað). Tað í sambandi við eisini eitur á enskum “so”, t.d. “she was ill, and so was Peter” (hon var sjúk, og tað var Pætur eisini). Tað eitur “it”, tá ið vit ikki kunnu vita, hvønn vit tosa um, t.d. “who is on the phone? It is secret” (tað kundi verið ein og hvør). Tað eitur “he”/“she”, tá ið vit vita, hvønn vit tosa um, t.d. “Do you know that guy? Yes, he is a buddy of mine” (vit síggja persónin). “There” verður nýtt sum eykagrundliður, tá ið rætti grundliðurin er eitt navnorð, t.d. “there is a man outside”. 

“It” verður vanliga nýtt um tíð (t.d. “it is twelve o’clock somewhere”), frástøðu (t.d. “it is a long way to Arkansas”) og veðrið (t.d. “it is so cloudy here”).

“It” verður nýtt, tá ið rætti grundliðurin er: navnháttur (“it is wrong to steal”) og ing-formur (it is no use to vote that way”). “It” verður nýtt sum eykagrundliður framman fyri that-setningar, t.d. “it says in the report that two women were killed”. Á føroyskum hevur ognarfornavnið sama form, um tað stendur í sambandi við navnorð, ella tað stendur einsamalt (navnorðsformur): hatta er mín hundur/hundurin er mín, á enskum eru tveir formar “that is my dog” og “the dog is mine”. Ognarfornøvn fáa ikki apostrof sum hvørsfalsmerki, t.d. “the baby has got its first tooth” ella “he didn’t find his own keys, so he took hers”. Á enskum er einki orð, sum svarar til tað føroyska sín/sítt/hjá sær. Í staðin nýta bretar ognarfornavnið “his”, “her”, “its”. T.d. “he spoke to his son” (son sín/sonin) ella “the kid lost its ball” (bóltin hjá sær).

Kelduávísingar

rætta
  1. https://snl.no/engelsk

Fleiri upplýsingar

rætta
  • Albert C. Baugh and Thomas Cable, A History of the English Language, London 2002, ISBN 978-0-13-015166-7.
  • Frederic G. Cassidy, Geographical Variation of English in the United States, in Richard W. Bailey and Manfred Görlach, English as a World Language, Ann Arbor 1982, pp. 177–210, ISBN 978-3-12-533872-2.
  • Fausto Cercignani, Shakespeare's Works and Elizabethan Pronunciation. Oxford 1981, ISBN 0-19-811937-2.
  • David Crystal, The Cambridge Encyclopedia of the English Language, Cambridge 2003, ISBN 0-521-53033-4.
  • Manfred Görlach, Introduction to Early Modern English. Cambridge 1991, ISBN 0-521-32529-3.
  • Christian Mair, Twentieth-century English: History, variation and standardization. Cambridge 2006.
  • Tom McArthur, The Oxford Companion to the English Language. Oxford 1992, ISBN 978-0-19-214183-5.
  • David Northrup, How English Became the Global Language. London 2013, ISBN 978-1-137-30306-6.
  • Peter Roach, English Phonetics and Phonology. Cambridge 2009.
  • Peter Trudgill and Jean Hannah, International English: A Guide to the Varieties of Standard English, London 2008, ISBN 978-0-340-97161-1.
  • J. C. Wells, Accents of English, I, II, III. Cambridge 1982.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið