Republiek van Suid-Afrika
Republic of South Africa
Flagg Suðurafrika
(Flagg Suðurafrika)
Skjaldarmerki Suðurafrika
(Skjaldarmerki Suðurafrika)
Tjóðarslagorð: !ke e: ǀxarra ǁke
Tjóðsangur: National Anthem of South Africa
Alment mál Afrikaans, Enskt og 9 afrikonsk mál
Høvuðsstaður Pretoria, Cape Town og Bloemfontein
Forseti Cyril Ramaphosa
Varaforseti David Mabuza
Fullveldi 31. mai 1910 (frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,221,037 km²
0,38 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
48 810 427
41,4/km²
Gjaldoyra Rand (ZAR)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .za
Telefonkota +27

Tjóðveldið Suðurafrika (afrikaans: Republiek van Suid-Afrika, enskt: Republic of South Africa, v.f.) er stórt land í syðra Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Landið er eisini eitt av ríkastu londum í Afrika.

Søga rætta

Í 1886 varð gull funnið við Witwaterstrand í boaralýðveldinum Transvaal í Suðurafrika. Forsetin í Transvaal, Paulus Kriiger, fekk útlendingar at arbeiða í gullnámunum, men sýtti fyri at geva teimum politisk rættindi. Við loyniligum stuðli frá Cecil Rhodes, sum vildi eiga lut í ríkidøminum í Transvaal, fór suðurafrikanski politikarin Dr. Leander, føddur í Skotlandi, við eini herdeild inn í boaralýðveldið í 1895. Ætlanin var, at hann skuldi hjálpa útlendsku arbeiðarunum at fella stjórn Kriigers. Innrásin gjørdist ein vanlukka. Boarar tóku Jameson og menn hansara til fanga. Rhodes fekk ilt orð á seg, og nú gjørdist viðurskiftini millum boarar og bretar upp aftur verri, 4 år seinni brast kríggj á teirra millum. Boarar góvu seg undir í 1902, og lýðveldi teirra fingu somu politisku støðu sum hjálond. Kríggið fór illa við afrikonsku fólkasløgunum, sum komu at liggja ímillum stríðandi partarnar.

Apartheid-politikkur rætta

 
Leingi var tað soleiðis, at Suðurafrika var eitt sundurbýtt land, har ymiskar lógir vóru galdandi fyri hvít og fyri svørt. Hetta varð kallað apartheid.

Alt frá fyrsta degi setti samveldisstjórnin í Suðurafrika sær fyri at skilja allar rasur í ríkinum sundur: hvít, indarar, litt og svartar afrikanarar. Í jarðarlógini fyri tey innføddu frá 1912 fekk svarta fólkið rætt til 13 % av landbúnaðarlendinum í Suðurafrika. Meginparturin var ónýtilig landbúnaðarjørð, og mangir afrikanar vórðu noyddir at arbeiða hjá teimum hvítu fyri sera lága løn. Suðurafrikanski ídnaðurin, sum varð bygdur á gull og diamantnámsvinnu, vaks 600 % frá 1930-1950. Vøksturin stóðst fyrst og fremst av bíligari afrikanskari arbeiðsmegi. Tá ið afrikanarar skuldu úr heimlondum sínum og inn í býirnar, skuldu teir hava pass uppi á sær. Í so at siga øllum størvum fyri tey hvítu, sluppu afrikanarar als ikki upp í part. Frá 1936 kundu teir fáu svørtu afrikanararnir, sum enn høvdu valrætt í Høvdalandi, bara velja á einstøkum valum, har teir fingu trý hvít umboð í tjóðartingið. Tað lógina hevði suðurafrikanski flokkurin, ið Jan Christian Smuts (24. mai 1870–11. september 1950) var formaður í, sett í gildi. Teir taptu tjóðartingsvalið í 1948, og Tjóðskaparflokkurin vann. Stevnuskrá hansara var at skipa eitt samfelag við uppaftur størri skilnaði ímillum fólk. Hesin politikkur varð nú nevndist apartheid, rasuskilnaður.

Vend kemur í apartheid-politikkin rætta

 
Fredrik de Klerk og Nelson Mandela, 1992.
 
Í 1990 var Mandela, ið var ein av høvuðsmonnunum í svørtu tjóðskaparrørsluni ANC, latin leysur.

Apartheidskipanin varð alla tíðina valdsstýri. Men at enda kundu herurin og løgreglan hjá hvítu minnilutastjórnini ikki longur kúga mótmælisrørsluna, sum breyt seg fram í 1980-árunum. Í 1980-árunum tóku alsamt fleiri og fleiri undir við, bæði innanlendis og í útlondum, at fáa enda á apartheidskipanini í Suðurafrika. Í 1989 valdi Tjóðskaparflokkurin, ið mannaði stjórn, nýggjan formann, Frederik Willem de Klerk (18. mars 1936-). Í februar 1990 læt hann Nelson Mandela (18. juli 1918-) leysan, sum var formaður í landsins størstu andstøðurørslu, Afrikonsku Tjóðskaparfylkingini ANC. Hann góðkendi ANC og 30 aðrar politiskar felagsskapir. Í 1991 fór de Klerk at seta úr gildi apartheidlógirnar. Ógvisligur politiskur harðskapur seinkaðu framstigunum, og stríð varð ímillum ANC, stjórnina, víðgongdar felagsskapir og tjóðskaparligar minnilutarørslur, helst inkatha-frælsisflokkin hjá sulum. Men uppskotið til stýrisskipanarlóg varð liðugt í november í 1993, og í desember varð skiftisráð mannað við umboðum úr mongum flokkum. Hetta ráðið stýrdi saman við stjórnini at gera alt til reiðar seinastu mánaðirnar fyri valið í 1994, tá ið allir suðurafrikanarar á fyrsta sinni høvdu valrætt. ANC vann valið, og Nelson Mandela gjørdist forseti í Suðurafrika.

Í 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið. Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini.

Fólkið rætta

 
Fólkatalsfrøði, 1961-2008.

Hóast landið er ríkt, livir stórur partur av fólkinum í fátækradømi. Ovurstórur munur er á vælferð og lívskorum fólksins. Í Cape Town ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar. Í Suðurafrika búgva áleið 47 milliónir fólk. Av teimum eru 79,6 % svørt. 9,1 % hvít, 8,9 % litt og 2,5 % indar. Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári. Í Suðurafrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Suðurafrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi.

Ein liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto. Har búgva fleirri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg. Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítrottarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann Suðurafrika landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby. Best dámdu ítróttir í Suðurafrika eru fótbóltur, kurvabóltur og rugby.

Landafrøði rætta

 
Landslutir í Suðurafrika.

Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Í øllum Suðurafrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur.

Landslutir rætta

Landslutur Høvuðsstaður Vídd Íbúgvar Tættleiki
1 Western Cape Cape Town 129 370 4 524 335 35
2 Northern Cape Kimberley 361 830 822 726 2
3 Eastern Cape Bhisho 169 580 6 436 761 38
4 KwaZulu-Natal Pietermaritzburg 92 100 9 426 019 102
5 Free State Bloemfontein 129 480 2 706 776 21
6 North West Mafikeng 116 320 3 669 349 32
7 Gauteng Johannesburg 17 010 8 837 172 520
8 Mpumalanga Nelspruit 79 490 3 122 994 39
9 Limpopo Polokwane 123 900 5 273 637 43

Búskapur rætta

 
Niðri í námunum verða boraðar og skotnar stórar gongir, har gullmálmurin verður høgdur. Verkafólk og útgerð verða flutt í stórari lyftu ígjøgnum námsopið.

Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina. Arbeiðsloysið er stórt. Nú á døgum er 24,3 % av fólkinum er arbeiðsleys (sambært CIA World Factbook Archived 2020-06-21 at the Wayback Machine í 2007). Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg. Enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan. Diamantar og onnur dýr steinsløg verða eisini vunnin í Suðurafrika. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til Suðurafrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið.

Uttanlandshandil rætta

Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil. Suðurafrika flytur út nógvar landbúnaðarvørur. Aldinfruktir, epli og vínber verða flutt út til allan heimin. Suðurafrika er gitið fyri sítt góða vín. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sbrt. CIA World Factbook Archived 2020-06-21 at the Wayback Machine:

Útflutningur Innflutningur
1.   USA 11.9 %   Týskland 10.9 %
2.   Japan 11.1 %   Kina 10 %
3.   Týskland 8 %   Spania 8.2 %
4.   Bretland 7.7 %   USA 7.2 %
5.   Kina 6.6 %   Japan 6.1 %
6.   Holland 4.5 %   Bretland 4.5 %
7.   Saudiarabia 4.2 %

Politikkur rætta

Jacob Zuma var forseti í Suðurafrika frá 2009-2018. Zuma varð noyddur at leggja frá sær í februar í 2018, og síðani hevur Cyril Ramaphosa verið forseti í Suðurafrika. Zuma er millum annað ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá einari franskari vápnafyritøku í nítiárunum. Ákærurnar eru í 16 punktum, og tær eru um mutur, svik og peningahvítting.

Harðskapur rætta

Har er nógvur harðskapur. Í Suðurafrika verður eitt barn neyðtikið triðja hvønn minutt, og aids spjaðist við ferð.[1] Neyðtøka er so vanlig, at fjórði hvør maður viðgongur at hava neyðtikið eina kvinnu.[2] Nógvir dreingir halda ikki, at tað er harðskapur at noyða gentur í song við sær, og ein triðingur av teimum halda seg enntá vita, at gentum dámar at verða neyðtiknar. Hvørt ár verða 200.000 børn neyðtikin í landinum.[3][4]

Mannarættindi rætta

Hægstirættur í Suðurafrika kom í desember 2005 við einum úrskurði sum segði at tað var ímóti grunnlógini at forða samkyndum í at gifta seg. Hetta gjørdi at Suðurafrika er tað fyrsta landið í Afrika sum góðtekur hjúnaløg fyri samkynd, og hetta er í einum heimsparti har tað í flestu londum enn er eitt tabu at tosa um samkynd [5].

Keldur rætta

  1. http://www.frontpagemag.com/2013/dgreenfield/south-africa-one-child-raped-every-three-minutes-three-children-murdered-each-day[deyð leinkja]
  2. http://www.irinnews.org/report/84909/south-africa-one-in-four-men-rape
  3. http://news.bbc.co.uk/2/hi/africa/8107039.stm
  4. http://www.theguardian.com/world/2009/jun/17/south-africa-rape-survey
  5. http://www.washingtonpost.com/wp-dyn/content/article/2005/12/01/AR2005120100583.html
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið