Muso oa Lesotho
Flagg Lesoto
(Flagg Lesoto)
Skjaldarmerki Lesoto
(Skjaldarmerki Lesoto)
Tjóðarslagorð: Khotso, Pula, Nala
Tjóðsangur: Lesotho Fatse La Bontata Rona
Alment mál Sesotho og enskt
Høvuðsstaður Maseru
Kongur Letsie III
Forsætisráðharri Moeketsi Majoro
Fullveldi 4. oktober 1966 (frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
30,355 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
1,936,181
68.1/km²
Gjaldoyra Loti (LSL)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .ls
Telefonkota +266

Kongsveldið Lesoto (enskt: Kingdom of Lesotho, sesotho Muso oa Lesotho) inni í Suðurafrika, er fjallaland, og tað er einasta land í Afrika, har alt lendið er hægri enn 1000 metrar oman sjóvar. 1. juli 2013 var fólkatalið 1,936,181 í Lesoto [1].

Søga rætta

Politikkur rætta

Regiónir í Lesoto rætta

 
Regiónir í Lesoto

Landafrøði rætta

Búskapur rætta

 
Á skúla í Lesoto. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla.

Hóast Lesotho er eitt av minstu londunum í heiminum, bert 30 000 ferkilometrar til støddar, eru trupulleikarnir í landinum ómetaliga stórir. Høvuðsorsøkirnar til vánaligu støðuna eru nógvu tilburðirnir av eyðkvæmi, føðslutrot og fátækradømi. Harafturat eru inntøkurnar hjá stjórnini minkaðar nógv seinastu árini orsakað av altjóða fíggjarkreppuni. Landið er millum tey minst mentu londini í heiminum og sambært Global Hunger Index er føðslustøðan í landinum álvarsom [2]. Heimsmatvørufelagsskapin WFP hevur arbeitt í landinum síðani 1965 og samstarvar við stjórnina í Lesoto um at veita skúlanæmingum tvær ókeypis máltíðir um dagin. Familjurnar eru illa fyri fíggjarliga, og børnini verða tí noydd at arbeiða ístaðin fyri at ganga í skúla. Stjórnin í Lesotho hevur sett sær sum aðalmál at minka um hungurin í landinum og hevur somuleiðis nýtt nógva orku seinastu árini at økja um atgongdina til útbúgving. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla.

Týdningarmesta tilfeingið er vatn; síðst í 1990-árunum var byrja at byggja stóra vatnorkuverkætlan, ið enn er í gerð, við tí endamálið at gera Lesoto sjálvbjargið við ravmagni og selja Suðurafrika nógv vatn. Til hon er liðug er Lesoto búskaparliga bundið at ríka grannalandi sínum. Væl ber til at halda geitir í hálendinum í Lesoto. Mest hava teir angorageitir, tí at angoraull er nógv eftirspurd, bæði til klæði og annan vevnað.

Fólkið rætta

Mentan rætta

Keldur rætta

  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/lt.html. Heintað 2013-06-29. 
  2. http://www.fao.org/docrep/014/am588e/am588e00.pdf
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið