Árstal
2010 2011 201220132014 2015 2016
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

2013 (MMXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum týsdegi.

Hendingar rætta

  • 15. apríl - Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
  • 17. mai - Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
  • 28. august - Handilstiltøk hjá ES mótvegis Føroyum sett í gildi. Danskar havnir og aðrar ES havnir blivu stongdar fyri føroyskum skipum við sild og makreli og allur innflutningur av sild og makreli úr Føroyum er bannaður.
  • 5. september valdi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
  • 2. november - Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum.
  • 20. november - Ein 61-ára gamal maður í Havn varð funnin deyður, hann varð myrður. Ein 68-ára gamal maður varð skuldsettur fyri morðið.
  • 26. november - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Kringvarpið tók uppá film og legði tað á heimasíðuna og vísti tað í Degi og Viku sama kvøld. Filmsbrotið ferðast kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
  • 14. desember og 15. desember - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
  • 28. desember - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í Oyndarfirði onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin 4. januar 2014 kl. 13.44.

Mentan rætta

Mentanarvirðislønir rætta

Ítróttur rætta

Fótbóltur rætta

Svimjing rætta

Renning rætta

  • 31. oktober til 5. november rann tá 50-ára gamli Marlon Kjærbo 133 km úr Klaksvík til Vágs, har hann vitjaði allir kappingarhylar í Føroyum, tók nakrir dropar úr hvørjum hyli, sum hann so skal stoyta í langhylin í Vági, sum væntandi skuldi byggjast liðugt í 2014. Talan var um stuðulsrenning. Marlon er formaður fyri Suðuroyar Svimjifelag (Susvim).
  • 13. desember - Pól Sundskarð rann 118 km úr Gásadali til Viðareiðis, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.

Føðingar rætta

Andlát rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið