Lat upp høvuðsmeny

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs er bókmentaheiðursløn, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur. Heiðurslønin verður latin sama dag sum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, 17. september, ella ein av døgunum beint áðrenn ella beint eftir føðingardag Mads Andreas Jacobsens, í 2011 vóru virðislønirnar latnar 22. september og í 2012 vóru tær latnar hin 20. september.[1] Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20 000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið í Havn og skúlabókavørðarnir í kommunalu skúlunum. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.[2]

Higartil hava hesi fingið heiðursløninaRætta

Nevndin fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðsRætta

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.[12]

KeldurRætta