Óli Petersen

var føroyskur keiputeknari

Óli Petersen (føddur 24. januar 1936 í Klaksvík, deyður 7. september 2022 í Klaksvík)[1] var føroyskur keiputeknari.

Sum ungur teknaði Óli P. fyri Rukkulakkan. Í 25 ár teknaði hann fast fyri Sosialin. Tá hetta samstarvið helt uppat í 2013, teknaði Óli eitt stutt skifti fyri Portal.fo. Seinastu fimm árini teknaði Óli P. fyri Vágaportalin (VP.fo), áðrenn hann gavst at tekna keiputekningar á nýggjárinum 2022.[2]

Hann hevur útgivið bøkurnar Skemt frá 1989 til ár 2000.

Útgivið

rætta
  • Skemt 89
  • Skemt 90
  • Skemt 91
  • Skemt 92
  • Skemt 93
  • Skemt 94
  • Skemt 95
  • Skemt 96
  • Skemt 97
  • Skemt 98
  • Skemt 99
  • Skemt 2000

Slóðir úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. [1] Kunstindeks Danmark & Weilbachs Kunstnerleksikon
  2. Óli P. farin um sýn Archived 2022-09-07 at the Wayback Machine, kvf.fo, 7.09.2022