Hjørdis Johansen
Hjørdis Johansen, f. 1949, er ein føroyskur lærari, leikstjóri, tónasmiður, scenografur og leikritahøvundur.
Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen.
Saman við manninum, Christian Kruse, keypti hon verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg fyrst í 1990 árunum, var einki orgul at byggja, og lykilin varð snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um eitt dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.
Hjørdis er fødd í Havn í 1949. Hon tók barnagarðslæraraútbúgving í 1971. Hon var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen, og seinni hjá Grímu í 1970 árunum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarp Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum.
Hjørdis hevur lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 1998 og 1999 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, "At skriva til pall", skeiðum innan scenografi, og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark.
Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli, bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum "Robin Hood". Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977).
Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna "Barnasangir", ið fyri stuttum er endurprentað sum fløga. Í mong ár, síðan miðskeiðis í 1970 árunum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum.
Í 1980 árunum skrivað hon, og spældi "Giu og Grana" og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundið við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir, í 1987 og 1988, og aftur í 1997 og 1998 stjórnaði Hjørdis teimum vælumtóktu Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum.
Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark.[1]
Heiðurslønir
rætta- Herðaklappið 2003 - Leikpallur Føroya
- Barnamentanarheiðurslønin 2012 - Tórshavnar Kommuna
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-11. https://web.archive.org/web/20150211211002/http://dramaverk.net/index.php/um-dramaverkstadid. Heintað 2014-12-08.