Lat upp høvuðsmeny

1988 var eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi eftir tí gregorianska kalendaranum. árið er nummar 1988 eftir Kristi føðing, ár 988 í øðrum ártúsund, ár 88 í 20. øld, og ár níggju í 1980-árunum.

Í 20. øld, er árið 1988, tað árið, ið hevur flestar romenskar bókstavir (11).

1988 var eitt eyðkent á í byrjan internetsins. Hetta var árið fyrsti kendi telduvirusin spratt upp, betur kendur sum Internetormurin 1988. Fyrsta varandi leinkjan var gjørd ímillum USA (NSFNET) og Evropa (Nordunet). Somuleiðis var eisini fyrsta internetbaseraða kjatt protokollin, ið kallaðist Internet Relay Chat. Hugtakið "Heimsvevurin" var tosað um fyri fyrstu ferð í Evrpeisku granskanarnevndini fyri kjarnorku (CERN) Í 1988.

Sovjetsamveldið byrjar sína umfatandi umlegging til blandingsbúskap í byrjan 1988, og byrjar harvið at falla. Jarntjaldið byrjar at brotna niður í 1988, tá Ungarn loyvir fríari ferðing til vesturs.

Altjóða Heilsustovnurin byrjar verkætlan sína, ið skal útrýma polio.

Innihaldsyvirlit

HendingarRætta

Ókendar dagsetningarRætta

  • TAT-8, fyrsti transatlantiski telefon kápulin, ið nýtir ljósleiðarar, verður liðugur. Hetta hevur við sær støðugari samband ímillum amerikanska og evropeiska internetið.
  • Nær árskiftinum verður tað fyrsta ordiliga og opinbera internet sambandið, tá samband fæst ímillum Princeton, New Jersey og Stokkhólm í Svøríki.
  • Tim Berners-Lee tosar um ætlanir sínar, sum enda við at gerast heimsvevurin (world wide web), tá honn tosar í CERN.
  • Hitabylgja í USA hevur við sær ímillum 4.800 og 17.000 mans lata lív, og fleiri økir brend í hitanum.
  • Sum Sovjetsamveldið byrjar at fella, veksur russiska mafian.
  • The Communist Party of Britain verður sett á stovn í Stóra Bretlandi.

ÍtrótturRætta

FótbólturRætta

FøðingarRætta

AndlátRætta


Sí miðlasavnið