Oregon
Oregon (enskt: State of Oregon) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Salem og størsti býurin er Portland. Í 1859 bleiv Oregon stakríki í USA. Í norðri hevur Oregon mark við Washington, í eystri við Idaho, og í suðri við Nevada og Kalifornia. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni er Bævurstaturin (enskt: Beaver State). Eitt týdningarmikið náttúrutilfeingi er teir stóru skógirnir. Í skóginum vaksa nógv virðismikil sløg av viði. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Einki |
Høvuðsstaður: | Salem |
Størsti býur: | Portland |
Innlimað: | 14. februar 1859 |
Guvernørur: | Kate Brown (D) |
Vídd: | 255,026 km² |
Íbúgvar (2011): | 3,831,074 |
fyri km²: | 13.76/km² |
Tíðarzona: | UTC -8 / -7 / |
Heimasíða: | www.oregon.gov |
Hesin partur av landinum er albeittur av tjúkkum skógi. Skógi er nógv til av í Oregon, 48 % av statinum, rokna teir við.[1] Skógirnir eru vakrir, og viðurin verður brúktur í amerikanska byggiídnaðinum.
Søga
rættaNez perce-indianararnir hildu til í tí, sum nú er staturin Oregon. Nez perce-indianararnir vórðu kendir, tí teir áttu sín víðagitna høvding, Joseph. Hesir indianararnir, nez perce, við Joseph høvdingi á odda, vóru komnir í ta vanligu, væl kendu støðuna at skula flyta í reservat. Teir høvdu í samráði við og við tilráðing frá eitt nú Joseph tikið ímóti einum reservati. Grundin til, at teir høvdu gjørt tað, var, at teir høvdu ongan livandi kjans at seta seg upp ímóti tí hvíta manninum. Fyri tað fyrsta, tí teir vóru so fáir afturímóti teimum hvítu. Fyri tað annað, tí teir høvdu ikki somu krígsútgerð til at berjast ímóti teimum hvítu við. Sum so mangan fyrr var støðan nú tann, at tað var ov lítið hjá tí hvíta manninum bara at hava fingið eitt petti burtur av føðilandinum hjá Joseph. Teir vildu hava alt. Tá søgdu Joseph og hansara menn korta nei. Og bardagi stóðst av tí. Yvirvaldið hjá teimum hvítu var so vónleysa stórt, at indianararnir komu ásamt um, at teir máttu royna at rýma, og teir avráddu so, at teir skuldu taka seg aftur norður ímóti Kanada.
Indianararnir gjørdu so tað, at teir tóku seg aftur, men tað var ikki uttan bardaga. Teir hvítu bjóðaðu Joseph, at hann skuldi geva seg yvir, og tað skuldi vera heiðurligt. Hann gav seg yvir, tí at krøvini vóru sámilig, treytirnar vóru í lagi. Men í somu løtu, hann hevði lagt vápnini, og hansara menn við konum og børnum vórðu tiknir fangar, varð lyftið brotið, og Joseph og alt hansara fólk vórðu send til Oklahoma, til "The Indian Territory", har teir hvítu royndu at savna allar indianarar á einum staði. Har doyðu teir flestu av teimum, tí teir toldu ikki veðurlagið. Teir vóru fjallafólk, ið vóru von við skógarlendið uppi á háslættunum og uppi í fjøllunum í Oregon. Tey komu oman í hetta heita láglendið, sum Oklahoma er, og tað kláraðu tey ikki.
Landafrøði
rættaStórir partar av bæði Oregon og Washington hoyra til nálaskógarøkið í USA. Í nálaskógarøkinum hevur skógarvinnan nógv at siga. Úr skógunum fæst ikki bara timbur, men eisini rávøra til pappírsídnaðin. Slakur helmingur av statinum er skógarlendi og skógur. Av skógarlendi eru uml. 95 % náttúruskógir, og hin parturin eru gróðursett øki.[3] Í skógarbrúki verða tey feld, tá tey ikki vaksa meira, og nýtt til m.a. pappír. Samstundis verður minst eitt nýtt træ gróðursett. Fyrr í tíðini floyttu tey timbrið oman eftir áunum til pappírsídnað og sagverk. Nú verður tað einamest flutt við lastbilum. Teir størstu skógirnir eru í Vestur-Oregon. Men stakríkið er so stórt og oyðið, at tað er torført at flyta timbur og maskinur hagar, sum tað skal brúkast. Tí eru stór øki, ið framvegis eru órørd av mannahond.[4] Kendastu skógirnir eru Willamette, Deschutes, Malheur og Umatilla. Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Hægstu tindarnir eru Mount Hood 3429 m., Mount Jefferson 3199 m. og South Sister 3157 m. Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr Oregon og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika. Fram við vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í Føroyum, kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn.
Politikkur
rættaHer ber til at fáa aktiva deyðshjálp. Lógin um aktiva deyðshjálp, eutanasi, varð sett í gildi í 1994.[5]
Tey seinastu 30 árini er eingin dømdur til deyða í Oregon, og hóast umleið 40 deyðadømd fólk sita í fongsli har, er eingin deyðadómur fullførdur síðani 1997.[6]
Myndasavn
rætta-
Trilliumvatn við Mt. Hood.
-
Skallaørn. Flogið er um tveir metrar. Hetta slagið er í skógunum í Oregon.
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf. Heintað 2015-03-21.
- ↑ http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf
- ↑ "Archive copy". http://www.oregon.gov/odf/pubs/docs/forest_facts/ffforestryfactsfigures.pdf. Heintað 2015-03-21.
- ↑ http://www.fs.fed.us/pnw/publications/gtr525/gtr525a.pdf
- ↑ http://www.leg.state.vt.us/reports/05Death/Death_With_Dignity_Report.htm
- ↑ http://www.oregonlive.com/pacific-northwest-news/index.ssf/oregon_death_row.html