الجمهورية الجزائرية الديمقراطية الشعبية
ⵟⴰⴳⴷⵓⴷⴰ ⵜⴰⵎⴻⴳⴷⴰⵢⵜ ⵜⴰⵖⴻⵔⴼⴰⵏⵜ ⵜⴰⵣⵣⴰⵢⵔⵉⵜ
Flagg Algeria
(Flagg Algeria)
Tjóðarslagorð: From the people and for the people
Tjóðsangur: Kassaman
Alment mál Arábiskt, Tamazight
Høvuðsstaður Alger
Forseti Nadir Larbaoui (نذير العرباوي)
Løgmaður Aymen Benabderrahmane (أيمن بن عبد الرحمان)
Fullveldi 5. juli 1962
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2 381 741 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2017
 - tættleiki
 
42 400 000
18/km²
Gjaldoyra Algeriskur dinarur (DZD)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .dz
Telefonkota +213

Algeria (arábiskt: الجزائر‎‎ / al-Jazā'ir, tamazight: ⴷⵣⴰⵢⴻⵔ / Dzayer ) er størsta land í Afrika. Algeria hevur mark við Marokko og Móritania í vestri, Mali og Niger í suðri og Tunesia og Libya í eystri. Í norðri liggur Miðjarðarhavið. Størsi býurin og høvuðsstaður er Alger. Aðrir stórir býir er Oran, Constantine, Annaba og Batna. Miðallívsævin í landinum er 73,77 ár. Høvuðsmálið er arábiskt.

Meginparturin av fólkinum í Algeria býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. 30,1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør og 12,9 prosent av fólkinum er arbeiðsleys. Landið hevur umleið 33,7 millionar íbúgvar. Næstan allir algeriar eru muslimar (99 prosent av fólkinum).

Meðan fraklendingar ráddu, búsettu hundraðtúsundtals evropearar seg í Algeria, men mangir teirra fóru av aftur landinum, tá ið landið fekk sjálvstýri.

Søga rætta

Osmannaríkið rætta

Meðan Suleyman 1. (1520-1566) stýrdi, var Osmannaríkið so stórt, at skuldi skil verða á, mátti tað verða stýrt í landslutum. Sultánurin í Istanbul setti pasjar (staðbundar landshøvdingar) at stýra. Sum tíðin leið, gjørdust landslutirnir óheftari, og ráðandi embætismenninir bardust javnan um, hvør skuldi ráða, helst í landslutunum í Norðurafrika. Alger var gitið fyri at vera miðdepil hjá sjórænarum. Tað var stundum eisini kallað Barbárastrondin. Teir rændu kristin skip og tóku gíðslar, sum teir kravdu loysigjald fyri ella seldu teir sum trælir. Sjórænararnir, ið rændu fleiri enn 30 fólk í Hvalba í 1629, komu haðandi. Eisini Tunis og Tripoli vunnu sær stórt ríkidømi av sjórænaravirksemi sínum. Um 1700 gekk sjórænaravirksemið afturá, og hermenninir, sum vardu býin, tóku valdið. Hesir hermenninir vóru upprunaliga osmanniskar úrvaldsherdeildir, janitssjárar, sum høvdu búsett seg har, gift seg við konufólki haðan og skapað sær sítt egið samfelag og vóru ein ráðandi stættur í Alger. Teir skipaðu síni egnu viðurskifti og valdu sær hernaðarligan oddamann, nevndur dey. Í 1710 tók oddamaðurin sær tignarheitið pasja, at staðfesta, at Alger hevði loyst frá sultáninum í Istanbul. At útvegað ríkinum pening, legði hann ógvuliga høgan skatt á fólk inni í landinum, og hann stuðlaði sjórænarunum. Algeria var í veruleikanum ikki longur partur av tí viknandi Osmannaríkinum.

Sjálvræði rætta

Landið vann sær sjálvstýri undan fronskum yvirræði í 1962. Frælsisbardagin stóð við í átta ár og týndi eina millión mannalív.

 
Veðurlagskort.
 
Landslutir í Algeria.

Landalæra rætta

Algeria er frá Miðjarðarhavsstrondini og langt suður í Saharaoyðimørk og er næststørsta land í Afrika. Meginparturin av landinum er turr oyðimørk. Meginparturin av teimum 33,76 milliónum fólkunum í Algeria búgva í smala strandgeiranum út ímóti Miðjarðarhavi. Her er veðurlagið lýtt og slavið um veturin og heitt og turt og summarið; tí er strandalendið betur egnað til landbúnað enn lendið inni í landinum. Mesta øki í Algeria er glóðheit oyðimørk - Sahara - sum veksur ógvuliga skjótt, tí at ov nógvur fenaður er uppiá í graslendinum í útryðjunum í oyðimørkini. Yvirskipanin ger, at lendið verður rótbitið, svarðlosnar og verður til dust og sand. Hóast hitin um dagin fer upp um 50° C, hóast náttarfrost og turk í mong ár, liva her dýr, sum hava lagað seg til hesar ómildu lívsumstøður.

Landslutir rætta

48 landslutir eru í Algeria:


1 Adrar
2 Chlef
3 Laghouat
4 Oum el-Bouaghi
5 Batna
6 Béjaïa
7 Biskra
8 Béchar
9 Blida
10 Bouira
11 Tamanghasset
12 Tébessa


13 Tlemcen
14 Tiaret
15 Tizi Ouzou
16 Alger
17 Djelfa
18 Jijel
19 Sétif
20 Saïda
21 Skikda
22 Sidi Bel Abbes
23 Annaba
24 Guelma


25 Constantine
26 Médéa
27 Mostaganem
28 M'Sila
29 Mascara
30 Ouargla
31 Oran
32 El Bayadh
33 Illizi
34 Bordj Bou Arréridj
35 Boumerdès
36 El Tarf


37 Tindouf
38 Tissemsilt
39 El Oued
40 Khenchela
41 Souk Ahras
42 Tipasa
43 Mila
44 Aïn Defla
45 Naama
46 Aïn Témouchent
47 Ghardaïa
48 Relizane

 
Fólkavøkstur í Algeria síðan 1961.
 
Arábar selja grønmeti á torginum í Ghardaia í Norðuralgeria.

Politikkur rætta

Algeria hevur havt týðandi leiklut í heimspolitikkinum sum limur í ST og Arábiasamgonguni. Størsta avbjóðingin hjá hernaðarstýrinum er, at alt fleiri fólk fara upp í fundamentalistisku fylkingina, ið hevur sum mál, at Algeria skal hava islamska stýrisskipan. Islamskir fundamentalistar eru farnir í kríggj ímóti hernaðarstýrinum í Algeria. Eini 70.000 fólk eru deyð seinastu árini í stríðnum ímillum partarnar. Søkt hevur eisini verið at útlendingum í Algeria, og bumbur hava verið lagdar í París og øðrum fronskum býum.

Eitt hitt størsta vandamálið í Algeria er bráði fólkavøksturin. Í Algeria fjølgaðist fólkið úr 12 milliónum upp í 25 frá 1966 til 1990. Fleiri milliónir fólk eru flutt av bygd til býirnar at arbeiða. Hetta hevur elvt til stórt íbúðartrot inni í býunum og ovfólkaðar fátækrabýlingar í býarútryðjunum. So hvørt oljuvinnan er vaksin, eru býirnir eisini vaksnir; har hevur verið nógv bygt, og vinnu- og tænastustøðið eru munandi batnað. Um 60 prosent av fólkinum í Algeria býr nú í býum. Frammanundan búði meginparturin á bygd og livdi sum flakkfólk og bøndur.

Í Algeria eru sera strangar lógir viðvíkjandi trúðarlívi. Til dømis er tað strangliga forboði at royna at umvenda muslimar, samstundis eru allar religiøsar samlingar undir sterkum eftirliti.

Búskapur rætta

 
Sahara, heimsins størsta oyðimørk. Meginparturin av oyðimørkini er steinar og grús. Men summastaðni eru sandheyggjar.

Oljuvinnan hevur alt at siga í algeriska búskapinum, og 97 prosent av útflutninginum eru olja og gass. Tá ið olja varð funnin í 1958, gjørdist Algeria eftir fáum árum ríkt land. Áðrenn olja varð funnin, vórðu týdningarmestu útflutningsvørurnar sev og jarn. Olja og gass eru hjartatátturin í búskapinum í Algeria, og landið eigur ógvuliga stórar olju- og gassleiðir inni í Sahara. Oljuvinnan tók seg upp í 1958, og í 1979 vórðu vunnin 1,2 milliónir føt um dagin. Fallandi oljuprísur á heimsmarknaðinum í 1980- og 1990-árunum hevur havt við sær, at minni verður vunnið av olju nú, men teir vinna meiri gass enn áður. Algeria selur bæði Fraklandi og Sambandsríki Amerika gass.

Algeria megnar ikki at dyrka nóg mikið av grøði til fólkið, sum fjølgast skjótt. Landið má flyta inn 75 prosent av matinum, landinum tørvar. Kortini livir helvtin av fólkinum av landbúnaði. Høvuðsgrøði er korn, aldinfrukt, vínber, oljuber og tubbak; fikur og dadlur eru eisini týðandi grøði. Algeria er ímillum tey lond í heiminum, ið dyrka mest av dadlum og gera mest av tundri. Dadlur verða etnar feskar, turkaðar ella malnar til mjøl. Brendir og malnir dadlusteinar verða nýttir til dadlukaffi. Dadlupálmin veksur í grønum í oyðimørkini, har vatnið vellir upp úr jørðini. Úr træbulinum fæst viður.

 
Notre Dame d'Afrique í Alger.

Uttanlandshandil rætta

Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært CIA Factbook Archived 2012-09-30 at the Wayback Machine:

Útflutningur Innflutningur
1.   USA 29.4 %   Frakland 18.7 %
2.   Italia 13.8 %   Kina 9.0 %
3.   Spania 9.6 %   Italia 8.5 %
4.   Kanada 8.4 %   Spania 6.0 %
5.   Frakland 7.6 %   USA 5.5 %
6.   Niðurlond 5.0 %   Týskland 5.3 %

Fólkið rætta

Eini 33 milliónir fólk búgva í Algeria. Hóast arábar eru í stórum meiriluta, er fimtingurin av fólkinum berbar, fólkið, ið var undan arábum. Arábiskt er alment mál, og islam er høvuðsátrúnaður. Um ein millión evropearar búsettu seg í Algeria, meðan fraklendingar ráddu har, men nú eru bara nakrir fáir túsund eftir (undir 1 prosent av fólkinum). Flestir teirra eru ættaðir úr Fraklandi, Spania og Italia.

Mál rætta

Átrúnaður rætta

Mentan rætta

Algerisk mentan hevur djúpar og nógvar røtur, bæði islamiskar og úr mentanum, sum vóru frammanundan, at Algeria gjørdist islamskt land. Arábisku hertøkurnar í 7. og 11. øld hava sett sjónlig merki eftir seg í Algeria. Arábar gjørdust brátt fjølmentari enn upprunafólkið, berbar, sum gjørdu uppreistur ímóti nýggju valdsharrum sínum. Arábar settu skjótt bæði mál sítt (arabiskt) og átrúnað sín (islam) í gildi. Fólkið inni í landinum í Algeria hevði sína egnu avgomlu berbermentan, nógv øðrvísi enn mentanin hjá fólkinum í býunum úti við strendurnar.

Myndasavn rætta

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið