Oyðimørk
Oyðimørk: Ógvuliga turt stað, har tað regnar minni enn 25 cm árliga. Oyðimerkur eru turrastu støð í heminum. Ofta eru tað støð sum t.d. í Afrika. Oyðimerkurnar vaksa alla tíðina. Eini 20 % av jørðini eru oyðimørk.

Oyðimørk í Marokko.

Atacamaoyðimørkin, Chile.
Fólk, sum búgva nærindis oyðimørk, nýta gróðurin til føði ella brenni, so við og við verður oyðið, og torført er at fáa nakað at vaksa har aftur. Menniskju klára seg bara í tveir mánaðar við ongum mati, men bara nakrar fáar dagar við ongum vatni. Kortini búgva trýhundrað milliónir fólk í oyðimørkum [1]. Sum til dømis dogonfólkið í Sahara.
Tær størstu oyðimerkurnar eru:
- Gobioyðimørki
- Kalaharioyðimørkin
- Libyaoyðimørkin
- Oyðimerkurnar í Avstralia
- Saharaoyðimørkin