Kokain (frøðiheiti: benzoylmethyl ecgonine) er slag av rúsevni vunnið úr kokabløðum. Kokain verður eisini rópt coke, kavi ella C. Kokain fæst sum pulvur, ið er hvítt ella gráhvítt og flykrut av útsjónd, men sokallað crack-kokain, ið er sera ódýrt kokain, er harafturímóti smáir, harðir grótlíkir klumpar, hvítir ella brúnir á liti.

Kokain kann snúsast, roykjast ella sprænast inn. Virknaðurin av kokaini vísir seg eftir fáar minuttir, tá ið tað verður snúsað inn og beinan vegin, tá ið tað verður roykt og sprænt inn. Tað virkar í 1-2 tímar.

Virknaðurin av kokaini er ógvuliga líkur virknaðinum av amfetamini, men styttri og ógvisligari. Tað gevur eina kenslu av orku, áræði, eydnusælu, kynsligum hugi og gleði. Hjáárin eru etingarólag og ótti, umframt skisofrenilíkar støður, har misnýtarin ikki longur er tann, hann eigur at vera. Tað er ógvuliga stutt ímillum tann skamtin, sum gevur rúsin, og tann skamtin, sum gevur bráðan yvirskamt, ið hevur deyða við sær, og tí er tað lívshættisligt at royna seg við kokaini. Tú fært høgt blóðtrýst, skjálvta og hjartablaktran, sum kann hava hjartasteðg og bráðdeyða við sær.

Kokain verður gjørt úr kokaplantuni, sum veksur og verður dyrkað í Andesfjøllunum í Peru, Bolivia og Kolumbia. Tá ið kokain er vunnið úr plantuni, verður tað smuglað til Norðuramerika og Evropa. Síðstu 30 árini hevur nógv verið lagt fyri at minka innflutningin av hesum ovurdýra rúsevni, men striltið hevur gingið. Millum annað tí at máttmiklir drøggbarónar, til dømis Medellin Kartellið í Kolumbia hava gjørt alt fyri forða hesum, og tí at tað loysir seg væl hjá fátæku bóndunum at dyrka kokaplantuna. Stjórnirnar í Peru og Bolivia hava eggjað og stuðlað bóndunum at velta aðra grøði, og Sambandsríki Amerika hevur veitt londunum fíggjarligan stuðul fyri fáa tey tamarhald á drøgghandlinum, men í báðum førum er lítið komið burturúr.

Í 1990-árunum hevði ólóglig drøggvinna, helst kokainvinnan stóra ávirkan á politikk og vinnulív í pørtum í Suðuramerika.

0,8 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt kokain.


Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið