Suðuramerika

heimspartur

Suðuramerika er annað av meginlondunum á vestaru hálvkúlu jarðar, og er størri parturin av meginlandinum sunnanfyri ekvador. Tað liggur millum tvinni høv – vestanfyri er Kyrrahav og eystanfyri er Atlantshav; Norðuramerika og Karibiahav eru norðanfyri.

Suðuramerika er merkt við grønum.
Fotomynd av Suðuramerika tikin úr einum fylgisveini.
Amasonáin er heimsins størsta á.
Patagonia.
Andesfjøll eru heimsins longsta fjallarøð.
Kort yvir Suðuramerika (1750).

Mangan verða meginlondini bæði – Norðuramerika og Suðuramerika – roknaði undir einum sum Amerikansku meginlondini, og hava bæði fingið navn eftir Amerigo Vespucci, ið var fyrsti evropearin, sum vísti á at hesi meginlond ikki vóru India, men heldur ein nýggjur heimur, ið evropearar ikki kendu frammanundan.

Suðuramerika er 17,840,000 km² stórt, og tað svarar til uml. 3.5% av jarðarflatuni. Tað var í 2005 mett, at fólkatalið var hægri 371 000 000. Í vavi eru trý meginlond størri enn Suðuramerika (Asia, Afrika og Norðuramerika, men tá talan er um fólkatal, er Evropa eisini størri enn Suðuramerika, tí bert í Oseania bugva færri fólk. Antarktis er jú fólkatómt.

Jarðfrøði

rætta

Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá Panamaveitini, sum sker seg gjøgnum Isthmus í Panama og suður í Eldlandið. Summi rokna Norður- og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt Panama – eisini pettið eystanfyri Panamaveitina – mangan roknað upp í Norðuramerika, ella kanska meiri neyvt millum londini í Miðamerika.

Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at Norður- og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan Isthmus í Panama, varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar Stóra Amerikanska Samanrenningin. Andesfjøllini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri Andesfjøllini er tropiskt veðurlag við regnskóg og stóra ósanum frá Amazonánni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast Patagonia og tann sera karga Atacama oyðimørkin.

Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. Karibia verður tó roknað uppí Norðuramerikanska økið. – Kolombia, Venesuela, Gujana, Surinam og Franskt Gujana eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti Karibiahavi, og verða tey eisini nevnd Karibiskt Suðuramerika.

Suðuramerika hevur fleiri rekordir í landalæruhøpi: Heimsins hægsta foss Angel Falls, heimsin størstu á (ikki longstu) Amazoná, longstu fjallaketu Andesfjøll, turrastu oyðimørk Atacama, størsta regnskógin Amazonskóg, hægsta høvuðsstaðin La Paz, Bolivia, og syðsta býin Ushuaia, Argentina.

Høvuðs natúrutilfeingið er kopar, jarnmálm, tin, og olja. Nógva tilfeingi í Suðuramerika er komið væl við hjá heiminum øllum. Men mangan hevur hetta tilfeingi verðið ein forðan fyri menningini av fjøltáttaðum ídnaði. Tað hevur fort nógvan órógv í fíggjarstýringini í fleiri av Suðuramerikansku statunum, og mangan fort til politiskan ófrið.

Djóralívið í Suðuramerika er bæði áhugavert og sermerkt. Einastandandi djór finnast her, so sum llama, anaconda, pirana, jaguar, vicuna, og tapir. Í Amazonskóginum er sera høgur biodiversitetur og ein stórur partur av ymiskleikanum í djóraheiminum er her at síggja.

Nógv tað størsta landið í Suðuramerika er bæði í vídd og fólkatali Brasil og Argentina er næststørst.

Fyrstu fólkini í Suðuramerika eru helst ættað frá teimum, sum fóru um Beringssundið fyri umleið 15000 árum síðani. Hesi fólk eru so líðandi komin suður gjøgnum amerikansku meginlondini, og longu fyri 12 000 árum síðani eru fyrstu slóðirnar eftir fólki at finna syðst í Kili.

Muisca mentanin

rætta

Muisca mentanin verður elsta mentanin í Kolombia nevnd. Hetta fólk var samansett av fleiri ættbólkum, cacicazgos, ið høvdu umfatandi handil sínámillum. Tey vóru eisini gullsmiðir og bøndur.

Chavín menatin

rætta

Chavín mentanin um ár 900 f.Kr. høvdu hesi fólk handilsvirksemi og úbygdan landbúnað sambært teim metingum gjørdar eru útfrá leivdum, sum eru funnar. Lutir eru funnir á einum stað í Peru, ið nevnist Chavín de Huantar. Hetta stað er í 3,177 metra hædd. Chavín mentanin helt sær ið hvussu er í gjøgnum tíðarskeiðið 900 til 300 f.Kr.

Við høvuðssæti í mæta býnum Cusco, var Inka mentanin ráðandi í Andesøkinum frá 1438 til 1533. Teirra land var kent sum Tahuantinsuyu, ið merkir "tað fýra býtta landið”. Í Quechua, var Inka mentanin sera týðulig og vælment. Teir vóru mætir steinsmiðir, og býir teirra eru einastandi avreksverk bygd inn í fjallasíðurnar. Teir veltu jørðina í terrassum. Metalarbeiði teirra var eisini av hægstu góðsku.

Lond í Suðuramerika

rætta

Hjálond

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið