Miðamerika

Miðamerika er smalt eiði ímillum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Málið, søgan og mentan í Miðamerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í Miðamerika.

Kort av Miðamerika.

Lond í MiðamerikaEdit

Navn á øki,
við flaggi
Vídd
(km²)
Íbúgvar
(1 July 2005 est.)
Tættleiki
(per km²)
Høvuðsstaður
  Belis 22.966 291.000 14 Belis
  Kosta Rika 51.100 4.327.000 85 San José
  El Salvador 21.040 6.881.000 327 San Salvador
  Guatemala 108.890 12.599.000 116 Guatemala býur
Mynd:Flag of Honduras (2008 Olympics).svg Honduras 112.492 7.205.000 64 Tegucigalpa
  Nikaragua 129.494 5.487.000 42 Managua
  Panama 75.517 3.232.000 43 Panama býur
Tilsamans 521.499 40.001.000 77
Sí miðlasavnið