República de Panamá
Flagg Panama
(Flagg Panama)
Skjaldarmerki Panama
(Skjaldarmerki Panama)
Tjóðarslagorð: Pro Mundi Beneficio
Tjóðsangur: Himno Nacional de Panamá
Alment mál Spanskt mál
Høvuðsstaður Panamabýur
Forseti José Raúl Mulino
Varaforseti vacant
Fullveldi 3. november 1903
(frá Kolumbia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
75 517 km²
2,9
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
4 064 770
53,9/km²
Gjaldoyra Balboa (PAB)
Amerikanskur dollari (USD)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .pa
Telefonkota +507

Tjóðveldið Panama (upprunaheiti: República de Panamá) er eitt land í Miðamerika.

Panamaveitin

rætta

Longu um 1900 vóru menn her farnir at grava eina skipagryvju tvørtur um Panamaeiðið, men ikki fyrr enn aftan á 1903 kom rættilig gongd á. Tá fekk USA landið báðumegin gryvjuna undir seg. Torført var at grava, nógvir av arbeiðsmonnunum doyðu av ringum fepursjúkum, og tí var eitt tað fyrsta, ið mátti gerast, at fáa bilbugt við hesum sjúkum.[1] Atvoldin til teira var eitt mýggjabitaslag, sum livdi í hyljum á tí lága lendinum. So varð eitt fiskaslag, sum át mýggjabitaormar, slept í hyljarnar, ella petroleum stoytt á, so ormarnir fingu ikki komið upp at anda. Fjallaryggur var fyri, og ofta skruddu ógvuliga stórar skriður niður úr bakkunum, men teir vunnu á øllum vansum.[2]

Í 1914 var gryvjan liðug. Hon er 81 km long og eianr 300 m breið, á sjálvari miðjuni væl breiðari. Fyri skipini kundu koma upp í Gatunvatn, sum er 26 m yvir havinum, máttu teir byggja 3 óføra stórar slúsluhyljar hvjørjumegin. 12 m er gryvjan djúp, so heilt stór farmaskip kunnu sigla gjøgnum hana. 8 tímar tekur tað skipunum, sum verða drigin av ellokomotivum, at koma ígjøgnum. Umleið 14 000 skip fara gjøgnum gryvjuna á hvørjum ári, og fyri langfarasiglingina hevur hon verið til ómetaliga nyttu, við tað at skipini sleppa frá at fara ta longu vandamiklu leiðina suður um "Hornið" í Suðuramerika.[3]

Politikkur

rætta

Síðan 1970 hevur Panama verið ímillum størstu og best umtóktu fíggjardeplarnar í heiminum, tí at har hevur verið so stórt skattafrælsi. Av skipayvirlitinum sæst, at Panama hevur ein heilt stóran skipaflota. Hetta kemur ikki av tí, at landið sjálvt eigur so nógv skip, men tí at tað eru reiðarar úr ymsum londum, sum lata skip síni skráseta til at sigla út frá Panama.[4] Orsøkin til hetta er, at tær lógir, sum viðvíkja sigling, eru so nógv linligari í Panama enn í til dømis USA. Skipini sleppa at sigla, um tey eru ikki í so góðum standi, sum krevst aðrastaðni, manningarrúmini nýtast ikki at vera so góð, lønin er lægri og arbeiðstíðin longri. Hesir reiðarar rinda so sjálvsagt skatt í Panama, men hann er lægri enn tann, teir annars høvdu rindað, so eisini her hava teir ein fyrimun. Høvuðsbýurin í Panama er Panama City, sum hevur stóran handil við skipinim, sum sigla gjøgnum gryvjuna.

Landafrøði

rætta

Panama er eiði ímillum Norðuramerikanska og Suðuramerikanska meginlandið. Ígjøgnum landið er Panamaveitin grivin, hon er siglingarleið ímillum Atlantshav og Kyrrahav og hevur stóran týdning í altjóða skipaferðslu. Veðurlagið er heitt og slavið, og har regnar illa, helst á Karibiastrondini. Inni í landinum er nógv fjallalendi. Í Panama eru nógvar áir. Hæddarmunurin ímillum bæði heimshøvini, Atlantshav og Kyrrahav, og Gatunvatn er 26 m. Úr Atlantshavi verða skipini hevjað upp gjøgnum Gatunslúsurnar. Síðan fara tey ígjøgnum slúsurnar við Pedro Miguel og Miraflores og út í Kyrrahav. Tropuregn 9 mánaðir um árið hevur við sær, at nógv vatn er í Gatunvatni. Og tað er haðan, at vatn verður slept í slúsurnar.

Fólkið

rætta
 
Indianagenta úr Darién í Panama.
 
Í Panama vinna teir sukur úr sukurrørum, sum vaksa sera skjótt í slavnum og heitum veðri.

Upprunafólkið

rætta

Upprunafólkið í Panama var mest cunaindiánar, guaymiindiánar og chocoindiánar, men teir fækkaðust ógvuliga nógv, tá ið rannsóknarfarar úr Evropa komu higar í 16. øld. Cunaindiánar høvdu stórt vald í landinum og høvdu góðan handil, mest í kano fram við Karibiastrondini. Mætir høvdingar vórðu bornir í liggistóli. Nú á døgum búgva cunaindiánarnir í bygdum og lívbjarga sær við landbúnaði.

Mentan

rætta

Búskapur

rætta

Hvørt ár sigla 14.000 skip ígjøgnum Panamaveitina. Veitin, ið varð latin upp í 1914, er 82 km long og er, har hon er grynst, 12 m djúp.[5] Fjøruti túsund menn, teir flestu úr Karibia, vóru við til at gera veitina, arbeiðið vardi 10 ár og kostaði 380 milliónir dollarar. Fleiri túsund arbeiðsmenn doyðu, tí at arbeiðsviðurskiftini vóru so ring. USA og Panama hava rikið veitina í felag, men í ár 2000 fekk Panama fult ræði á veitini. Siglingarveitin gjørdi Panama til miðdepil í altjóða handilsskapi og fíggjarvirksemi. Inntøkurnar av veitini og av fríhandilsøkjunum við veitina eru hjartatátturin í búskapi landsins. Báðumegin veitina í Panamabýi eru stór handilshús og bankar.

Landbúnaður

rætta

Besta landbúnaðarjørðin er á láglendinum við Kyrrahavsstrondina, har týdningarmesta grøðin er bananir, kaffi og sukur, sum verður dyrkað til útflutnings. Rækjufiskiskapur á grunnum vatni tætt inni við land er eisini tyðandi táttur í útflutningsvinnuni. Leirur, sandur og móra, sum áirnar bera við sær, gera, at áarlendið er avbera fruktagott og hóskar væl til grønmetisdyrkan. Har jørðin er kargari, verður velt nøkur ár, og so liggur hon sum opinekra, til hon er vorðin fruktagóð aftur natúrliga. Henda búnaðarhátt nevna tey roza.

Keldur

rætta
  1. http://www.cdc.gov/malaria/about/history/
  2. http://www.ralphmag.org/panama.html
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-12-30. https://web.archive.org/web/20101230042623/http://www.pancanal.com/eng/maritime/routes.html. Heintað 2011-08-14. 
  4. "Archive copy". http://www.cbc.ca/news/background/martin_paul/flagsofconvenience.html. Heintað 2004-02-21. 
  5. http://www.123helpme.com/view.asp?id=23324
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið