2023
Árstal |
2020 2021 2022 – 2023 – 2024 2025 2026 |
Áratíggju |
2010-árini – 2020-árini – 2030-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
2023 (MMXXIII) er sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi.
HendingarEdit
JanuarEdit
- 1. januar - Tey fýra børnini hjá Joachim prinsi – Nikolai prinsur, Felix prinsur, Henrik prinsur, og Athena prinsessa – missa kongaligu heitini sum prinsur og prinsessa, men tey varðveita tó heitini sum greivar og komtessa av Monpezat.[1][2]
- 15. januar - Eitt nepalskt ferðafólkaflogfar av slagnum ATR 72 hjá nepalska flogfelagnum Yeti Airlines við 72 fólkum umborð dettur niður 20 minuttir eftir fráferð úr nepalska høvuðsstaðnum Kathmandu og beint áðrenn flogfarið skuldi seta seg á flogvøllinum í nepalska býnum Pokhara.[3] Í minsta lagi 68 fólk lata lív.[4]
FøðingarEdit
AndlátEdit
JanuarEdit
- 1. januar - Lise Nørgaard (myndin), danskur rithøvundur og journalistur (f. 1917).
- 3. januar - Páll Vang, føroyskur lærari og politikari (f. 1949).
- 4. januar - Fay Weldon, bretskur rithøvundur (f. 1931).
- 6. januar - Gianluca Vialli, italskur fótbóltsleikari og -venjari (f. 1964).
- 7. januar - Jógvan Dahl, føroyskur guitarleikari og lærari (f. 1948).
- 10. januar - Konstantin II, fyrrverandi kongur í Grikkalandi (f. 1940).
- 10. januar - Jeff Beck, bretskur guitarleikari (f. 1944).
- 12. januar - Lisa Marie Presley, amerikonsk sangarinna og sangskrivari, dóttir Elvis Presley (f. 1968).
- 16. januar - Gina Lollobrigida (myndin), italsk sjónleikarinna (f. 1927).
- 19. januar - David Crosby, amerikanskur tónleikari (Crosby, Stills, Nash & Young) (f. 1941).
- 21. januar - Ritt Bjerregaard, danskur politikari (f. 1941).
- 31. januar - Henrik Nordbrandt, danskur rithøvundur og yrkjari (f. 1945).
FebruarEdit
- 3. februar - Paco Rabanne, spanskur klædnasniðgevi (f. 1934).
- 5. februar - Pervez Musharraf (myndin), fyrrverandi pakistanskur forseti (f. 1943).
- 8. februar - Burt Bacharach (myndin), amerikanskur sangskrivari (f. 1928)
- 8. februar - Ivan Silajev, seinasti forsætisráðharrin í Sovjetsamveldinum (f. 1930)
- 11. februar - Hans Modrow, seinasti forsætisráðharrin í Eysturtýsklandi (f. 1928)
- 15. februar - Raquel Welch, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1940)
- 16. februar - Tim Lobinger, týskur stangarloypari (f. 1972)
- 23. februar - Vígdis Sigmundsdóttir, føroysk listakvinna (f. 1934)
- 25. februar - Martin Nielsen, danskur fótbóltspælari (f. 1970)[5]
- 28. februar - Indrek Toome, estiskur politikari (f. 1943)
MarsEdit
- 1. mars - Just Fontaine, franskur fótbóltspælari (f. 1933)[6]
- 5. mars - Per Christian Frost, danskur gittarspælari (f. 1954)
- 12. mars - Dick Fosbury, amerikanskur hæddarloypari (f. 1947)
KeldutilfarEdit
- ↑ Missa síni kongaligu heiti næsta ár, portal.fo, 28. sept. 2022
- ↑ "Ændringer i titler og tiltaleformer i den kongelige familie" (in da). https://www.kongehuset.dk/nyheder/ændringer-i-titler-og-tiltaleformer-i-den-kongelige-familie.
- ↑ Dánjal stóð millum ferðafólk í flogvanlukkuni í Nepal, in.fo, 16.01.2023
- ↑ Nepal plane crash Live Updates: 68 killed in plane crash in Pokhara; Nepal govt to conduct inspection for all domestic flights, indianexpress.com, 15. Januar 2023
- ↑ Fyrrverandi spælari hjá HB er deyður, in.fo, 28.02.2023
- ↑ Franskur HM-toppskorari deyður, vp.fo, 02.03.2023