Henry Kissinger (føddur sum Heinz Alfred Kissinger 27. mai 1923 í Fürth í Týsklandi, deyður 29. november 2023 í Connecticut í USA) var ein týskurføddur amerikanskur diplomatur, stjórnmálafrøðingur og republikanskur politikari.[1][2]

Henry Kissinger í 1976.

Undir Republikansku forsetunum Richard Nixon og Gerald Ford.var hann frá 1969 til 1975 trygdarráðgevi hjá forsetanum og frá 1973 til 1977 uttanríkisráðharrin í USA. Kissinger fekk í 1973 friðarheiðursløn Nobels, saman við norðurvjetnamesiska friðarsamráðingarleiðaranum, Le Duc Tho, fyri Paríssáttmálan, sum seinni hevði við sær, at tað bleiv vápnahvíld í Vjetnam.[3]

Henry Kissinger var eisini millummaður, tá Ísrael og Egyptaland gjørdu eina friðaravtalu í 1979.[4]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. Little Heinz And Big Henry, nytimes.com, September 6, 1992, archive.org
  2. Henry Kissinger, nobelprize.org
  3. Henry Kissinger er deyður, kvf.fo, 30.11.2023
  4. Kissinger gjørdist hundrað ár, dagur.fo, 30.11.2023
  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana