Cộng hòa Xã hội Chủ nghĩa Việt Nam
Flagg Vjetnam
(Flagg Vjetnam)
Skjaldarmerki Vjetnam
(Skjaldarmerki Vjetnam)
Tjóðarslagorð: Độc lập - Tự do - Hạnh phúc
(føroyskt; sjálvræði, frælsi, lukka)
Tjóðsangur: Tiến Quân Ca
Alment mál Vjetnamesiskt
Høvuðsstaður Hanoi
Forseti Nguyễn Phú Trọng
Forsætisráðharri Nguyễn Xuân Phúc
Fullveldi 2. september 1945
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
331,699 km²
1.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2019
 - tættleiki
 
96,208,984
295/km²
Gjaldoyra Dong (VND)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .vn
Telefonkota +84

Vjetnam (vjetnamesiskt; Cộng hòa Xã hội Chủ nghĩa Việt Nam) er eitt land í Suðurásia. Vjetnam hevur 96 mió. íbúgvar.

Landafrøði

rætta
 
Topografisk kort.

Londini ið avmarka Vjetnam eru Kambodja, Kina og Laos. Náttúran í Vjetnam er stórsligin við teimum stóru Mekong-áarósunum, kálksteinafjøllunum í Halong-víkini, longu strandaøkjunum, grønu rísakrunum og fjallasíðunum kløddum við teak-trøðum. Høvuðsstaðurin í Vjetnam eitur Hanoi, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin í Vjetnam eitur Ho Chi Minh City. Náttúran í landinum er ógvuliga ymisk alt eftir hvar í landinum tú ferðast. Hetta kemst m.a. av at suðurlendska veðurlagið er tropiskt, meðan norðurlendska veðurlagið er eitt sindur meira svalligt. Vjetnam hevur eitt tropiskt monsun-veðurlag. Tríggir fjórðingar av landinum eru klæddir við fjøllum og brekkum, meðan síðsti fjórðingurin liggur rundan um tær báðar høvuðsáirnar Song Hong og Mekong. Framvið næstan øllum landinum og áarósunum eru fult av grønum rísakrum.

Regiónir í Vjetnam

rætta
 
Regiónir í Vjetnam

Vjetnam hevur 8 regionir:

Fólkið

rætta

Tríggir fjórðingar av vjetnamesarum búgva á bygd. Av tí at fá eiga bil, og bara ein høvuðsjarnbreyt er í landinum, er tað ógvuliga sjáldsamt, at bygdafólk fara til stóru býirnar Hanoi ella Ho Chi Minh. Mesta fólkið býr í smáum bygdum og livir sum jarðyrkisfólk og verkafólk. Húsini eru smá og stoypt upp, laðað av múrsteini, ella av viði og takt við hálmi og pálmabløðum. Í flestum húsum eru tvey rúm; annað er køkur og borðstova í einum, hitt sovikamar. Vatn er ikki lagt inn í húsini, tað verður borið úr brunninum ella undan lækjuni, sum er tætt við húsini. Í flestum bygdum er ravmagn, og summi fólk hava sjónvarp.

Fyrr doyðu so mangir nýðføðingar í Vjetnam, stutt eftir at teir vórðu føddir, at foreldrini hátíðarhildu ikki, at barnið var føtt, men bíðaðu, til tað var fýra vikur gamalt. Hesin siður verður enn hildin. Tá ið barnið verður ársgamalt, halda foreldrini dagin, ið verður nevndur thoi noi. Tey halda eini fjøl við ymsum lutum framman fyri barnið. Tann lutur, barnið tekur í hondina, sigur, hvat tað fer at gera, tá ið tað er tilkomið.

Tá ið kríggið var av, royndu mangir vjetnamesar at rýma av landinum at leita eftir arbeiði ella av ótta fyri, at søkt varð at teimum. Tey hildu til havs í báti og vónaðu at sleppa til Vesturheimin um Hongkong, Maleisia ella Singapor. Eftir kríggið og fram til 1980 flýddu hálv mió. Færri fólk flýddu, tá ið grannalondini fóru at senda flýddar vjetnamesar heimaftur.

Í flestum stórbýum í heiminum er bilurin vanligur á vegnum; men í Vjetnam er tað súkklan. Heilt fáir vjetnamesar eru so múgvandi, at teir hava ráð at keypa bil, og tí súkkla næstan øll til arbeiðis ella til handils. Í trokingartíðini á morgni og á kvøldi eru gøturnar í Ho Chi Minh- býi og øðrum stórbýum fullar av fólki á súkklu, sum ringja við klokkunum og rópa á hini, ið súkkla og ganga, um ikki at vera fyri.

Fólk liva mest av frukt og grønmeti, ið tey sjálvi dyrka á gørðunum. Kjøt verður bara etið um høgtíðir.

Búskapur

rætta

Hvønn dag í 13 ár bóru fjølmiðlar um allan heim tíðindi frá ræðuliga Vjetnamkrígnum, sum var ímillum kommunistiska Norðurvjetnam og Suðurvjetnam, ið amerikanarar stuðlaðu. Tá ið kríggið endaði í 1975 við Norðurvjetnamesiskum sigri, var landið púra niðurundirkomið og útarmað, og mong fólk royndu at sleppa sær av landinum. Mong teirra, ið flýddu í báti, doyðu á ferðini av sjúku ella gingu burtur. Bátarnir vóru mangan so ovfyltir, veikir og vánaligir, at teir sukku. Nú verður landið umrøtt, tí at tað ber skjótt framá búskaparliga. Búskaparfrøðingar hava kallað landið "tikaran á súkklu", tí búskapurin er sterkur, men fólkið er fátækt, og einasta akfar, tey hava ráð at keypa, er súkkla. Útlendskar fyritøkur gera íløgur í nýggjan ídnað, og ferðafólk vilja nú aftur.

Tveir triðingar av landbúnaðarjørðini í Vjetnam standa undir í vatni meginpartin av árinum; men tað er við vilja, tí at lendið verður nýtt til rísakrar. Í regntíðini floymir vatnið yvir rísmarkirnar, ið verða byrgdar við lágum vøllgarðum, so at vatnið rennur ikki burtur. Tá ið fjarar, koma runutu rísmarkirnar undan. Sáðað verður við hond; tað er konufólkarbeiði. Tveir til tríggjar mánaðir seinna verða rísakrarnir skornir.

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið