Gerald Ford
Gerald Rudolph Ford Jr. (14. juli 1913 – 26. des. 2006) er einasti higartil ikki valdi forseti í USA. Menn úr Republikanska flokkinum høvdu upp undir forsetavalið í 1972 brotið inn á skrivstovurnar hjá Demokratiska flokkinum fyri at stjala skjøl. Hesi vórðu avdúkað og skjótt kom fram, at sjálvur forsetin, Richard Nixon, stóð aftanfyri hetta. Nixon og varaforsetin Spiro Agnew vórðu noyddir at leggja frá sær. Nýggjur forseti varð Gerald Ford. Richard Nixon varð náðaður av Gerald Ford, ið tók við eftir Nixon.
Politiskt lív
rættaFord er uppvaksin í býnum Grand Rapids í Michigan, og henda býin hevur hann umboðað í Kongressini í eina fjórðings øld. Ford var ikki meira enn ársgamal, tá foreldrini skildust, og hann fekk navnið hjá fosturpápanum. Ford fór til Yale at lesa løgfrøði. Hann var íðin og góður fótbóltsspælari í tí tíðini, tá hann las. Hann hevði stóran áhuga fyri tí, sum hendi í Evropa, og í 1942 fór hann at gera tænastu í amerikanska flotanum. Hann var 32, tá hann fór úr flotanum. Hann var framvegis ógiftur, arbeiddi sum løgfrøðingur og búði heima hjá foreldrunum í Michigan. Hann giftist við eini fráskildari kvinnu í 1948, Betty Bloomer, hon var fyrrverandi dansarinda. Tað var um hetta mundið at fosturfaðir hansara fekk hann at lata seg stilla upp til kongressvalið. Hann kom inn í Umboðsmannatingið tvey ár eftir Richard Nixon, og teir báðir gjørdist skjótt vinmenn.
Í Kongressini var Gerald Ford ein væl dámdur og arbeiðssamur maður, men hann var ikki hildin at skara framúr, og hann arbeiddi seg spakuliga fram. Hann var trúgvur móti Republikanska flokkinum, og tað, hann tráaði eftir, var at gerast formaður í Umboðsmannatinginum í Washington. Tað var ikki fyrr enn Barry Goldwater leið tann stóra ósigurin við forsetavalið í 1964, at menn fóru at rokna Gerald Ford sum ein av leiðarunum í Republikanska flokkinum. Í 1965 gjørdist hann formaður hjá Republikanarunum í Umboðsmannatinginum, og hann var ein av teimum ídnastu fyri at endurnýggja flokkin. Hann var ein av teimum harðastu mótstøðumonnunum hjá Lyndon B. Johnson forseta.
Gerald Ford var formaður á Republikanska uppstillingarfundinum í 1968, tá Richard Nixon varð uppstillaður til forsetavalið. Gerald var ógvuliga trúgvur ímóti tí nýggja forsetanum. Tá Richard Nixon í 1973 skuldi finna sær ein nýggjan varaforseta eftir at Spiro Agnew fór frá, avgjørdi hann fyrst at tað skuldi vera fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin John Conally, men Melvyn Laird fekk hann at broyta hesa avgerð, tí tað var ikki vist, at Kongressin fór at góðkenna hetta valið. Richard Nixon vendi sær so til sín góða vin, Gerald Ford, fullvisur í, at hetta valið fór Kongressin at góðkenna. 450 FBI menn og tvær kongressnevndir gjørdu kanningar og komu til tað úrslit, at Gerald var ein heiðurligur maður, ið ikki kundi skuldsetast fyri nakað ólógligt, og Umboðsmannatingið og Senatið góðkendu hann sum varaforseta. Longu tá Gerald gjørdist varaforseti, var tað Kongressini greitt, at hon møguliga við hesum valinum hevði valt ein nýggjan forseta.
Tað var ikki so lætt hjá Ford at vera varaforseti hesa tíðina. Hann royndi at styðja forsetan, men samstundis mátti hann vísa, at hann var ein sjálvstøðugur maður. So seint sum 10 dagar áðrenn Richard Nixon legði frá sær, segði Gerald Ford, at mótstøðumenninir hjá Nixon einans royndu at fáa hann frá, tí teir ikki høvdu verið førir fyri at vinna á honum við forsetavalið. Beint áðrenn Richard Nixon sjálvur viðgekk seg sekan gavst Gerald Ford tó við at halda fast við, at forsetin var ósekur.
Morðroynd
rættaTann 22. september í 1975 var Gerald Ford, forseti, inni á hotellinum St. Francis í miðbýnum í San Francisco í Kalifornia. Tá hann kom útaftur, royndi onkur at skjóta hann, men skotið rakti ikki. Tað var Sara Jane Moore, sum ætlaði sær at beina fyri forsetanum, men hon rakti hann ikki, tí ein fyrrverandi Vjetnam-hermaður tók í armin henni, júst sum skuldi skjóta. Tveir dagar seinni varð hon tikin, og í tasku hennara fann løgreglan eina skammbyrsu og fleiri eksjur við patrónum.