Lyndon Baines Johnson (27. august 1908 – 22. januar 1973) var varaforseti í USA 1961-63 og tók við forsetaembætinum, tá ið John F. Kennedy varð myrdur í 1963.

Johnson var varaforseti hjá John F. Kennedy og tók við, tá Kennedy bleiv myrdur. Johnson stillaði upp til forsetavalið í 1964 og bleiv valdur.

Johnson var óvanliga nógv avhildin, tá ið hann var valdur í 1964 við stórum fleirtali. Størsta sigurin nakrantíð í amerikanska forsetavalinum vann Lyndon B. Johnson í 1964. Johnson var varaforseti hjá John F. Kennedy, sum varð valdur til forseta í 1960 og tók við embætinum 20. januar 1961. Tá ið Kennedy varð skotin 22. november í 1963, varð Johnson innsettur sum forseti. Á valinum í 1964 bjóðaði republikanarin Barry Goldwater av, men Johnson smurdi hann av. Johnson fekk 61,1 prosent av atkvøðunum. Tað kom rættuliga óvart á, tá ið Lyndon B. Johnson á vári i 1968 boðaði frá, at hann ikki bjóðaði seg fram sum valevni á valinum í november 1968.

Johnson var einaferð ein fátækur drongur og seinni ein vanligur skúlalærari í einum lítlum býi í Texas. Við deyða sín átti hann saman við konu síni Lady Bird nógva jørð í Texas, eina røð av radio- og sjónvarpsstøðum og eina peningarnøgd upp á 9 milliónir dollar. Hann fekk gjøgnumført fleiri umfatandi lógir fyri at tryggja korini hjá teimum litaðu og teimum fátæku sum heild - serliga heilsu- og skúlaviðurskiftini.

Johnson doyði um náttina 23. januar 1973 av hjartalammilsi. Hann varð 64 ára gamal og hevði longu í 1963 verið hjartasjúkur, tá ið hann noyddist at taka embæti aftan á myrda forsetan, John F. Kennedy. Tá ið Kennedy bjóðaði honum varaforsetaembætið, tók hann við tilboðnum, tí hann helt, at hetta var eitt fet burtur úr politikki. Hann hevði í mong ár verið senatsformaður, og kona hansara Lady Bird helt, at hetta embæti var alt ov strævið fyri ein hjartasjúkan mann.

Globala upphitingin

rætta

Undir Kalda krígnum brúkti USA nógvan pening uppá m.a. at gera kanningar av heimshøvunum og lufthavinum. Tá ið so úrslitini av kanningunum komu, vóru niðurstøðurnar greiðar. Veruligur vandi var, at hitin á jørðini fór at økjast. Í 1965 ávaraði Johnson ímóti globalari upphitin í serligum boðum til Kongressina. Hann segði um orsøkina, at hon var "ein støðug øking av CO2 í lufthavinum frá lívrunnum brennievnum”. Hann ávaraði, at broytingarnar ikki bert fóru at vera lokalar, men við størri og størri mongdum av CO2 í lufthavinum, so fóru broytingarnar av veðurlagnum at verða kring allan knøttin. Víðari segði hann, at "Tess longri vit bíða at gera okkurt, størri eru vandarnir og størri eru avbjóðingarnar. Dálkingin av luft og havi kennir eingi mørk, og avleiðingarnar kunnu gerast víðfevndar”. Hann mælti staðiliga til at gera okkurt við dálkingina av luftini og havinum av CO2, áðrenn skaðin sást.