Lat upp høvuðsmeny

Texas er stakríki í USA við 23 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur Texas móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsta stakríkið, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Texas er størri enn Týskland, Ongland, Írland, Holland og Belgia – tilsamans. Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land (Lýðveldið Texas), áðrenn Texas í 1845 fór uppí USA. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur.

Flagg Skjøldur
Flag of Texas.svg Seal of Texas.svg
Map_of_USA_TX.svg
Land: Flag of the United States.svg USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Austin
Størsti býur: Houston
Innlimað: 29. desember 1845
Guvernørur: Rick Perry (R)
Vídd: 678,051 km²
Íbúgvar (2012): 25 674 681
fyri km²: 30.75/km²
Tíðarzona: UTC -7 / UTC -5
Heimasíða: Texas.gov

Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum.

Innihaldsyvirlit

LandalæraRætta

Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Inni í Texas er turt, og har eru ógvuliga stórir neytagarðar. Suðuri við strondina og nakað norður regnar, og har dyrka teir heviti, mais, bummull og rís. Suður móti Meksiko er steikjandi heitt, og har eru stór strekki, ið liggja sum oyðimerkur. Í Texas eru 254 fylki (landslutir), sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika.

SøgaRætta

 
Sam Houston (2. mars 1793 – 26. juli 1863).
 
John F. Kennedy (29. mai 1917 – 22. november 1963).

Apache er felagsheiti á fleiri mentanarliga skyldum indianarafólkum, sum eru tey upprunaligu fólkini í Vestur-Texas. Orðið "apache" merkir krígsmaður og kemur úr yuman: apa (maður), awha (krígsmaður, bardagi, handbrá), og tche, ið formar orðasambindingina. Fólkasløgini, ið livdu í hesum turra landinum, vóru upprunaliga veiðufólk, og helst vóru tey áðrenn tað savnarar og lægri veiðumenn og hava livað spjatt í heilt smáum flokkum. Tey fyrstu lipan-apache fólkini í vestara Texas vóru nomadar, summir fóru so langt suður sum til Meksiko. Tey veiddu mest bison, men høvdu harafturat eitt avmarkað jarðarbrúk. Tann fyrsta skrásetingin við navninum apache er frá 1581, frá Espejo-rannsóknarferðini, tá ið teir róptu ættbólkarnar apachi. Sambært Cortez, ið skrivaði um apachararnar í 1799, umrøddu og roknaðu spaniólar hesar ættbólkar sum apacharar. Í øldir vóru apacharar øgiligir krígsmenn, ið vóru lagaðir eftir lívinum á oyðimørkini, og sum lupu á teir, ið trokaðu seg inn á teirra øki. Teir fyrstu, ið komu inn í apachelandið í Texas, vóru spaniólar seinast í 1500-talinum.

Texas var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Texas partur av Meksiko. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 norðuramerikanarar til Texas. Meksiko var ímóti trælahaldi. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri trælaarbeiði. Í 1835 gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum Antonio de Santa Anna (1974-1876) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu Sam Houston (1793-1863) at ráða og tóku býin San Antonio í Texas. Í februar 1836 gjørdi meksikansk herdeild við Santa Anna innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. Meksikanararnir kringsettu Alamo, sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu Santa Anna og herur hansara flýggja í bardagnum við San Jacinto. Texas varð lýst lýðveldi, og Sam Houston kosin forseti. Í 1845 bað Texas um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti.

Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas.

Høgi oljuprísurin í 1970-árunum elvdi til búskaparligan vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi úr Meksiko gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin.

Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000.

PolitikkurRætta

Umframt at Texas er ein republikansk háborg, so hevur Texas 38 sokallaðar "electoral college" atkvøður, ið er næst hægsta í Amerika. Forsetavalið er sett saman á tann hátt, at veljarin velur eitt umboð, í síðani velur forseta. Tað valevnið, ið fær flest umboðsatkvøður í einum stati, fær síðani allar umboðsatkvøðurnar - í hesum føri 38. Texas er sostatt ein týdningarmikil statur.

Demokratar hava staðið seg rímiliga væl ymsastaðni í Texas fyrr. Barack Obama forseti vann eisini fýra størstu býirnar í Texas umframt flestu kommunurnar á markinum móti Meksiko í 2012. Men hóast hetta vann Mitt Romney lættliga statin við heili 57% av atkvøðunum. Donald Trump vann forsetavalið í 2016 við 52.23% prosentum av atkvøðunum í Texas.

Í dag er Texas næststørsti statur í USA (bara Alaska er størri), og ofta eru royndir gjørdar at býta Texas upp í fleiri smærri statir. Ein av hesum var í mars mánaði 1845, tá amerikanska kongressin vildi býta Texas upp í fýra smærri statir. Tvey ár seinni var uppskot frammi um at skipa Texas í tveir partar - East Texas, sum var fyri trælahaldi, og West Texas, sum var ímóti. Men tá ein av fremstu forsprákarunum doyði, doyði uppskotið eisini.

Í 1850 vóru røddir frammi um at skipa statin Jacinto í Texas, men ætlanin fekk lítla og onga undirtøku í kongressini, og heldur ikki í 1852 bleiv enn ein ætlan um at skipa Texas í vestur og eystur veruleika. Onnur uppskot í 1868-69, 1870 og í 1871 um at býta Texas sundur vunnu heldur ikki frama. Í 1914 varð uppskot frammi um at gera statin Jefferson burtur úr einum parti av Texas, og millum kríggini varð ein ætlan um at taka ein part av Texas og ein part av Oklahoma og stovna statin Texlahoma heldur ikki til nakað. Higartil seinasta ætlanin um at býta Texas upp í nýggjar smærri statir var í 1991, men enn er Texas næststørsti statur í USA.

MyndasavnRætta

Sí eisiniRætta