Apache er ein bólkur av seks mentanarliga skyldum indianaraættum í USA, ið eru úr athabascan-málættini. Ættbólkarnir eru: kiowa-apacharar, ið búðu millum norðara New Mexico-markið og Platte River, lipan-apacharar úr eystara New Mexico og vestara Texas, jicarilla-apacharar úr sunnara New Mexico, mescalero-apacharar miðskeiðis í New Mexico, chiricahua-apacharar úr Chiricahua Mountains í suðurvestara Arisona og vestur-apacharar miðskeiðis í Arisona. Apache-indianarar eru altso ikki til sum tjóð, tí teir eru úr nógvum ættbólkum. Orðið "apache" merkir krígsmaður. Ein tann víðagitnasti leiðarin hjá einum apache-fólki var Geronimo, ið var høvdingur hjá chiricahua-fólkinum.

Tað var ikki fyrr enn 1900, at apache-kríggini vóru av. Kortini hava apacharar klárað seg toluliga væl í pueblo-landi. Summir eru millum bestu neytahaldarar í Arisona og New Mexico. Teir halda m.a. dygdarneyt til kjøtframleiðslu.