New Mexico (spanskt: Estado de Nuevo México, enskt: State of New Mexico), á føroyskum stundum nevndur Nýmeksiko, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2 mió. íbúgvum. Santa Fe er høvuðsstaðurin, og Albuquerque er størsti býurin. Í norðri hevur Nýmeksiko mark við Colorado, í eystri við Oklahoma og Texas, í suðri við Meksiko (landslutir Sonora og Chihuahua), og í vestri við Arizona. Í 1912 bleiv Nýmeksiko stakríki í USA.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Santa Fe
Størsti býur: Albuquerque
Innlimað: 6. januar 1912
Guvernørur: Michelle Lujan Grisham (D)
Vídd: 314 915 km²
Íbúgvar (2011): 2 059 179
fyri km²: 6.5/sq mi
Tíðarzona: UTC -7/-6
Heimasíða: www.newmexico.com Archived 2008-06-16 at the Wayback Machine

Eyknevni er Ævintýralandið (spanskt: La Tierra del Encanto, enskt: The Land of Enchantment).

Søga rætta

Hendingarøð rætta

  • Um 9.000 f.Kr. - Fornleivdir í Clovis í Eystur-New Mexico vísa, at veiðifólk/savnarar á teimum víðu grasfløtunum eru farnir at veiða visundar.

Indiánarnir rætta

 
Pueblo Bonito í Chaco Culture National Historical Park. Her búði pueblofólkið í tíðarskeiðinum um leið 1150 til 900 f.Kr.

Farvegur er funnin eftir menniskjum, sum hava búsett seg so langt suðuri sum í New Mexico fyri meira enn 20.000 árum síðan. Millum annað í New Mexico, Colorado og Arizona hava tey ymsastaðni funnið spjótsoddar, sum eru umleið 10.000 ára gamlir. Tey hava eisini funnið ymiskt, sum bendir á, at fólk fyri umleið 8.000 árum síðan fóru undir at dyrka mais, bønir og grasker. Longu fyri 2.000 árum síðan høvdu ymisk fólkasløg í New Mexico væl skipaðan landbúnað og stórar býir. Fyri 1.000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið europearar komu til Amerika, livdu fólk í New Mexico, sum bygdu framúr góð hús og høvdu framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi­-fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum New Mexico, Arizona og Colorado. Nógvir bygningar standa framvegis, og teir verða nógv vitjaðir av ferðafólki.

 
Ættfedrar og sagnverur prýddu bollarnar.

Mogollonfólkið vóru bøndur, sum mest búðu á hálendinum í New Mexico. Teir vóru grannar hjá anasasifólkinum og búðu í bygdum. Hús teirra stóðu hálv niðri í jørðini og vóru takt við fløtum hellum og leiri. Mogollonfólkið var gitið fyri sínar snøggu, málaðu lutir av leiri. Flestu leirkerasmiðirnir vórðu konufólk, og teir bestu vóru Mimbressmiðirnir, sum búðu fram við ánni Mimbres [1]. Bollarnir vórðu høgt í metum og fólk fingu teir við í grøvina. Tá ið jarðarferð var, var hol sligið í botnin á bollanum, kanska so andarnir í málaðu fólkunum skuldu sleppa burtur. Leirkerasmiðirnir av mogollonfólkinum verða taldir ímillum heimsins bestu.

Fyri góðum 300 árum síðan fóru europearar at leggja New Mexico undir seg. Fólkið, sum búði har frammanundan, mátti dvína. Tey mistu næstan alla jørð sína og vórðu sera illa viðfarin. Fólk í hópatali doyðu, annaðhvørt av harðskapinum hjá europearunum, í kríggi ella av sjúkum, sum komu við tilflytarunum úr Europa. Í tí økinum, sum nú er New Mexico, noyddust so at siga øll upprunafólkini at flyta frá húsi og heimi til serlig øki, sum verða nevnd reservat. Tað bar í sær, at tey máttu venja seg við at liva í heilt øðrum umhvørvi, ofta langt heimanífrá.

Kelda rætta

  1. http://www.desertusa.com/ind1/du_peo_mog.html

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið