Umboðsmannatingið í USA

Umboðsmannatingið í USA (enskt: United States House of Representatives) er annar helmingurin av føderala lóggevandi tinginum í USA, Kongressini. Hin helmingurin er Senatið. Í USA verður Umboðsmannatingið ofta bert nevnt the House. Tað eru 435 limir í Umboðsmannatinginum, sum øll standa fyri vali annað hvørt ár. Harumframt eru tað seks limir, ið ikki hava atkvøðurætt. Tingið hevur, eins og øll Kongressin í USA, bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Ólíkt Senatinum, so kann talið av limum frá hvørjum stati í Umboðsmannatinginum broytast, alt eftir íbúgvatalinum. Sambært tí amerikonsku grundlógini so verður býti av umboðum frá teimum ymisku statunum í USA dagført 10. hvørt ár, grundað á fólkateljingum (seinasta fólkateljingin ella manntalið var í 2010). Kalifornia (umleið 37 milliónir íbúgvar) hevur sostatt 53 limir og Alaska (umleið 660.000 íbúgvar) bert ein lim í Umboðsmannatinginum.

Formaður Tingsins, nevndur The Speaker, leiðir fundirnar og er nummar trý í tí politiska stiganum (hierarkinum) næst eftir forsetanum og varaforsetanum. Í 2007 var republikanarin Dennis Hastert avloystur av demokratinum Nancy Pelosi, sum harvið gjørdist tann fyrsti kvinnuligi formaðurin og tann 60. formaðurin í raðfylgjuni. Republikanarin John Boehner tók við álitisstarvinum sum The Speaker hin 5. januar 2011.

Tíðliga í januar mánaði í 2023 varð republikanski Kevin McCarthy valdur til formann fyri Umboðsmannatingið. Hann varð valdur við 216 atkvøðum av 428 tinglimum. Talan var um longstu tilnevningartilgongd í 164 ár. Tað var fyrstu ferð síðan 1859, at tilnevningin tók fleiri enn níggju atkvøðugreiðslur.[1][2]

Í verandi Tinginum hava republikanararnir meiriluta við 222 limum, meðan demokratarnir hava 212 limir. Steve Scalise varð valdur til meirilutaleiðara og Hakeem Jeffries gjørdist leiðari fyri minniluta.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið