Jógvan Martin Frits Johannesen (føddur 22. mai 1944 í Fuglafirði, deyður 8. desembur 2023 í Havn) var føroyskur lærari og listamaður.[1][2]

Hann vaks upp í Fuglafirði, har hann hevur búð alt sítt lív. Frits tók læraraprógv í 1967 og hevur starvast sum lærari í Fuglafjarðar Skúla frá 1967 til 2008. Umframt lærarastarvið hevði hann nógv kreativ jørn í eldinum.[2]

Skapandi virksemi

rætta

Tónleikur

rætta

Frits hevur í mong ár verið kórleiðari og primus motor hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Hann hevur eisini skrivað løg og útsett tey fyri kórið. Fyri fáum árum síðani myndaði Frits eitt úrvalskór við tí endamáli at fara til New York at framføra Passíusálmarnar.

Myndlist

rætta

Frits hevur eisini altíð fingist við at mála og gera aðra myndlist, og seinnu árini er hann vorðin alt meira kendur kring allar Føroyar fyri málningar sínar, sum ofta hava tónleik sum myndevni.

Heiður

rætta

Slóðir úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. Listamaðurin Frits Johannesen í Fuglafirði deyður, in.fo, 8.12.2023
  2. 2.0 2.1 Frits Johannesen farin, dagur.fo, 8.12.2023
  3. Rana, Danjal av (24. januar 2018). "Frits fekk heiðursgávuna". In.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-01-26. https://web.archive.org/web/20180126014501/http://www.in.fo/news-detail/frits-fekk-heidursgavuna/. Heintað 25. januar 2018.