Fuglafjarðar Gentukór

Fuglafjarðar Gentukór er sum navnið sigur eitt gentukór úr Fuglafirði. Kórið varð sett á stovn í 1982 av Frits Johannesen, og hevur síðani havt ymiskar kórleiðarar og klaverleikarar.

Kórleiðsla rætta

  • Frits Johannesen

Klaverfylgispæl rætta

Virksemi rætta

Kórið hevur havt stórt konsertvirksemi, bæði innan- og uttanlands. Eisini hevur kórið við millumbilum útgivið bond og seinni fløgur.

Føroyar rætta

kórverkið Carmina Burana eftir Carl Orff varð uppført í Norðurlandahúsinum, var gentukórið eitt av luttakandi kórunum.

Sissel Kyrkjebø var á konsertferð í Føroyum í 1991, var kórið bakgrundskór í onkrum einstakum lagi á konsertini í Norðurlandahúsinum, og harumframt myndaðu umleið 10 gentur frá Fuglafjarðar Gentukóri saman við 10 gentum frá Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði eitt úrvalskór, ið fylgdi Sissel Kyrkjebø á øllum konsertunum í Norðurlandahúsinum í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Fuglafjarðar Gentukór sang eisini kór til frumframførsluna av "Tey dansa eins og skuggar", sum Eyðun Nolsøe syngur.

Í 1992 luttók kórið undir leiðslu av John Høybye á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali; tað var eisini John Høybye sum stjórnaði kórinum til jazzkendu 10 ára føðingardagskonsertini, sum var í Fuglafjarðar Kirkju í august sama ár.

Uttanlandsferðir rætta

Útgávur og upptøkur rætta