16. januar

dagfesting
<< Januar 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31
MMXXIV

16. januar er dagur 16 í árinum í gregorianska kalendaranum. 349 dagar eru eftir av árinum (350 dagar um skotár er).

Hendingar rætta

  • 1547 - Ivan tann 4, seinni nevndur Ivan hin Ræðuligi, verður krýndur sum fyrsta zarur í Russlandi.
  • 1992 - Eftir blóðugt borgarakríggj í El Salvador kemur friðaravtala í gildi henda dagin.
  • 2011 Tangaskipið Jessica fer á land, nær havnini við Puerto Baquerizo Moreno, á oynni San Cristobal, hetta hendir tætt við Galapagosoyggjarnar. Nógv olja lekur út í havið.
  • 2015 - Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november 2012, er nú av. Tað vóru Steintór Rasmussen og Teitur Lassen, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
  • 2015 - Mentanarvirðislønir Landsins, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, verða orsakað av óveðri, handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík. Tórbjørn Olsen, listamálari, fær Mentanarvirðisløn Landsins, Tey av Kamarinum fáa Heiðursgávu landsins, Mathias Kapnas, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. Oddvør Johansen, rithøvundur og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
  • 2015 - Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, kunnger, at orðabøkur Sprotans nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. Fleiri mótmælistiltøk vóru í samband við, at føroyskir næmingar, ið áðrenn 1. januar 2015 høvdu ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans, mistu henda møgulleikan frá 1. januar 2015 og til ein loysn varð funnin í dag. Eitt nú høvdu studentaskúlanæmingar í Hoydølum og Suðuroynni trappuverkfall nakrir dagar frammanundan, og næmingar frá framhaldsdeildini í Eysturskúlanum í Havn handaðu eitt mótmælisskriv til Heðin Mortensen, borgarstjóra, sum lovaði, at ein loysn fór at vera funnin, tó ikki bara fyri næmingar í Havn men fyri allir føroyingar og eisini fyri útlendingar kring allan heimin.


Føðingar rætta

Andlát rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember