Heðin Mortensen (føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági) er føroyskur politikar, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og býráðslimur í Tórshavnar býráð. Hann var býráðsformaður í Tórshavnar kommunu frá 2005 til 2016.

Heðin Mortensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 7. apr 1946 í/á Trongisvágur
Starv politikari, appraiser
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Heðin Mortensen

Býráðslimur síðan 1973

rætta

Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur í Tórshavnar Býráði síðan 1973, varaborgarstjóri 2001-2005 og borgarstjóri frá 2005-2016. Á býráðsvalinum í novembur 2012 slóð hann øll met við persónligum atkvøðum, tá hann fekk 2637 persónligar atkvøður. Listi C, Javnaðarflokkurin, fekk 7 býráðslimir valdar og kundi har við stýra einsamallur um tey løgdu í, borgarstjórin valdi tó at fara í eitt breitt samstarv við allar flokkarnar. Tó fór Tjóðveldi úr samgonguni nakað seinni. Tað vóru fýra flokkar/listar, ið fingu umboðan í Tórshavnar Býráði, sum tók við 1. januar 2013.

Løgtingsmaður

rætta

Heðin Mortensen varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi í 1998 og umboðaði flokkin á tingi til 2004. Harumframt hevur Heðin Mortensen verið varamaður fleiri ferðir í styttri tíðarskeið síðan 1989. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur á Føroya løgting fyri Javnaðarflokkin.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin

rætta

Heðin Mortensen var limur í Sambandsflokkinum 1988-2004. Síðan 2005 hevur hann verið limur í Javnaðarflokkinum.

Álitissessir

rætta
  • Forseti í Ítróttarsambandi Føroya (ÍSF) 1980-2008
  • Formaður í Havnar Sjónleikarfelag 19972003.[1]
  • Formaður í Havnar Róðrarfelag 1997-2003
  • Formaður í Tórshavnar Ítróttarráð 1975-1978

Heiðurstekin

rætta
  • Danskan DIF heiðurskross 2005
  • Riddari av Dannebrog 1. grad 2003
  • Føroyskan ÍSF heiðurskross 1999
  • Íslendskan ISI heiðurskross 1996
  • Riddari av Dannebrog 1991
  • Svenskan RF heiðurskross 1989
  • Íslendskan ISF heiðursnál 1989

Keldur

rætta
  1. Formenn í Havnar Sjónleikarfelag[deyð leinkja]

Slóðir úteftir

rætta