Tony Bennett
Tony Bennett (upprunanavn Anthony Dominick Benedetto; føddur 3. august 1926 í New York City í New York, deyður 21. juli 2023) var ein amerikanskur stórband/popp- og jazzsangari.[1]
Tónleikaliga yrkisleiðin byrjaði av álvara í 1945 og fyrsta stórhittið "Because of You" kom í 1951.[2] Upprunaliga leikpalsnavn hansara var italienska/amerikanska navnið Joe Bari, men sjónleikarin Bob Hope mælti honum til at brúka sítt egið navn, í amerikanskum formi. Tony Bennett er sangarin við vakrastu útgávuni av "They Can´t Take That Away From Me" hjá George Gershwin, "In My Solitude" hjá Duke Ellington og "The Way You Look Tonight" hjá Jerome Kern. Í august mánaði 2006 fylti Tony Bennett 80 ár. Í áratíggju hevur hann verið ein tann best umtókti listarligi amerikanski sangarin í USA bæði millum áhoyrarar og starvsfelagar. Íalt hevur hann vunnið 20 Grammy heiðurslønir og selt yvir 50 milliónir plátur kring heimin.[2]
Seinastu ferð hann sást á palli var í august i 2021 í ikoniska Radio City Music Hall, New York.[1] Legendariski popp- og jazzsangarin doyði í juli mánaði 2023, beint áðrenn 97-ára føðingardagin.
Slóðir
rætta- Almenn heimasíða (september 2022): www.tonybennett.com
- Tony Bennett, www.discogs.com
- Tony Bennett er deyður, in.fo, 21. juli 2023
Keldutilfar
rætta- ↑ 1.0 1.1 Tony Bennett er deyður, vp.fo, 21. juli 2023
- ↑ 2.0 2.1 Tony Bennett er deyður, in.fo, 21. juli 2023