Jytte Ritt Bjerregaard (fødd 19. mai 1941 í Keypmannahavn, deyð 21. januar 2023 á Østerbro) var danskur politikari (Socialdemokraterne).

Ritt Bjerregaard
Ritt Bjerregaard í 2008.

Ritt Bjerregaard, sum var útbúgvin lærari, varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1971. Hon var undirvísingarmálaráðharri (Anker Jørgensen I, Anker Jørgensen II, Anker Jørgensen III), ráðharri fyri almannamál (Anker Jørgensen IV) og matvørumálaráðharri (Poul Nyrup Rasmussen IV) í Danmark. Hon gjørdist í 1995 danski ES-kommisserurin í Brússel og var yvirborgarstjóri í Keypmannahavn frá 2006 til 2010.[1][2]

Keldur rætta

  1. Ritt Bjerregaard er deyð, in.fo, 21. januar 2023.
  2. Ritt Bjerregaard er død, tv2.dk, 21. januar 2023.

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið