Brussel
Brússel (franskt: Bruxelles; niðurlendskt: Brussel) er høvuðsstaður í Belgia; høvuðsstaður í Flandern og bæði stjórnar- og handilsmiðdepil. Sum fyrisitingarligur miðdepil í Benelukslondunum hevur býurin drúgvar royndir í altjóða samstarvi. Nú á døgum er Brússel helst best kendur fyri, at ES-fyrisitingin eisini hevur høvuðssæti í býnum.

35 fólk lótu lív og meira enn 300 fólk fingu løstir, teirra millum ein føroyingur, tá yvirgangsatsóknir vórðu framdar á flogvøllinum og í undirgrundarbreytini í Brússel 22. mars 2016.
Ávísingar úteftir rætta
- Almenna heimasíðan:
- www.brussels.be (á enskum)
- www.brussel.be (á niðurlendskum)
- www.bruxelles.be (á fronskum)