Joachim prinsur (Joachim Holger Waldemar Christian, f. 7. juni 1969) er yngri sonur Margrethe II drotning og Henrik prins (1934-2018). Eldri beiggi hansara eitur Frederik.

Prins Joachim
Joachim í brúdleypinum hjá Prinsessu Madeleine av Svøríki og Christopher O'Neill, 8. juni 2013
Fødd/ur (1969-06-07) 7. juni 1969 (aldur 54)
Keypmannahavn, Danmark
Hjúnafelagi Alexandra Manley
 (g. 1995; div 2005)

Marie Cavallier
 (g. 2008)
Børn Prins Nikolai
Prins Felix
Prins Henrik
Prinsessa Athena
Fult navn
Danskt: Joachim Holger Waldemar Christian
Faðir Prins Henrik
Móðir Margrethe II
Átrúnaður Fólkakirkjan

Joachim prinsur er doyptur í dómkirkjuni í Århus 15. juli 1969 og konfirmeraður í Fredensborg Slotskirkju 10. juni 1982.

Joachim giftist 18. november 1995 við Alexandru Christinu Manley (f. 1964 í Hongkong), sum hann eigur synirnar Nikolai (Nikolai William Alexander Frederik, f. 1999) og Felix (Felix Henrik Valdemar Christian f. 2002) saman við. Tey skildust í 2005. Joachim prinsur varð giftur á øðrum sinni hin 24. mai 2008 í Møgeltønder Kirkju við frøken Marie Cavallier, sum tá gjørdist Prinsessa Marie.

Joachim er greivi av Schackenborg í Suðurjútlandi, har hann búi í fleiri ár. Nú býr hann á Emiliekildevej, Gentofte Sjælland.

Børn rætta

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið