Pervez Musharraf
Pervez Musharraf (føddur 11. august 1943 í Delhi í Bretska India, deyður 5. februar 2023) var pakistanskur herovasti og politikari. Hann var forseti í Pakistan frá 2001 til 2008.[1][2]
Í 1999 framdi stýrið í pakistanska herinum, við Musharraf herovasta á odda, eitt hernaðarkvett ímóti tásitandi stjórnini í Pakistan. Musharraf koyrdi stjórnina hjá forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá og tók valdið.[3] Í 2001 útnevndi Musharraf seg sjálvan til forseta í Pakistan. Árið eftir útskrivaði hann tjóðartingsval fyri at rættvísgera embæti sítt sum forseti. Á valinum í oktober 2002 fekk flokkurin hjá Musharraf meirilutan.
Nøkur ár seinni, í oktober 2007, eydnaðist tað Musharraf at vinna forsetavalið í Pakistan enn einaferð, men hægstirættur hevði ta áskoðan, at vinnarin av pakistanska forsetavalinum ikki kundi staðfestast, áðrenn hægstirættur hevði tikið avgerð í málinum, hvørt Musharraf kundi vera ovasti av pakistanska herinum og samstundis forseti í Pakistan.[4] Nakrar vikur seinni, tíðliga í november 2007, lýsti Musharraf undantaksstøðu í Pakistan. Stjórnarskipanin í landinum varð sett úr gildi, hægstarættarforsetin og tjóðartingið vórðu koyrd til hús.[1] Undantaksstøðan vardi í seks vikur. Árið eftir, tann 7. august 2008, kunngjørdu andstøðuflokkarnir, at teir ætlaðu sær at reisa eitt ríkisrættarmál móti Musharraf, orsakað av valdsmisnýtslu undir undantaksstøðuni. Tíggju dagar seinni, tann 18. august, legði Musharraf frá sær sum forseti. Hann rýmdi úr landinum í november mánaði í 2008 og fór at búgva í útlegd, fyrst í London, seinni í Dubai.
Bæði í 2013 og 2018 royndi hann at stilla upp til forsetavali, men ein dómstólur í Pakistan noktaði honum at taka lut í valinum.[5]
Í 2019 varð Musharaf ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt og dømdur til deyða fyri hásvikagerð. Málið snúði seg um, hvussu hann handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi.
Musharaf er fyrsti forseti í Pakistan, sum varð dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina. Seinastu árini hevur hann búð í útlegd í Dubai fyri at sleppa undan revsing.[1]
Ávísingar úteftir
rætta- Pervez Musharaf á heimasíðuni hjá pakistanska herinum: General Pervez Musharraf, pakistanarmy.gov.pk
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 1.2 Fyrrverandi forsetin í Pakistan dømdur til deyða, kvf.fo, 17. 12. 2019
- ↑ Former military dictator Musharraf passes away in Dubai, pakistantoday.com, 5. februar 2023.
- ↑ Fyrrverandi pakistanski forsetin dømdur til deyða, vp.fo, 17. 12. 2019
- ↑ ”Musharraf wins presidential vote” BBC News. 6. oktober 2007.
- ↑ Fyrrverandi forsætisráðharri í Pakistan fingið deyðarevsing, dagur.fo, 17. 12. 2019