- 1700 - Danmark skiftir frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran. Hetta árið fylgir 1. mars beint eftir 18. februar, soleiðis at 10 dagar verða lagdir burturúr.
- 1815 - Napoleon Bonaparte fer í land í Cannes eftir at hava sitið sum fangi á oynni Elba.
- 1950 - Chiang Kai-shek lýsir Lýðveldið Kina (eisini kent sum Teivan) á oynni Teivan.
- 1971 - Havnar Judofelag verður sett á stovn.[1]
- 2014 - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25 000 krónur, onnur virðislønin er á 10 000 krónur, og triðja virðislønin er á 5 000 krónur. Eisini vórðu virðislønir latnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov gjørdist nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
- 2015 - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.