Lat upp høvuðsmeny

Tróndur Sverri Patursson (føddur 1. mars 1944 í Kirkjubø) er listamaður, myndahøggari, sjófarari og ævintýrari. Hann hevur fleiri ferðir siglt á heimsins høvum við sjófararanum Tim Severin, eitt nú í 1993, tá teir sigldu frá Kina til Amerika á einum bambusflaka. Túrurin vardi 106 dagar. Ferðin gav honum íblástur til at gera "Kosmiska rúmið". Í 2013 gjørdi Kringvarp Føroya eina sending um Trónd Patursson, har tey m.a. fylgdu við honum til Nordic Cool framsýningina í Kennedy Center í USA. Hin 15. januar 2014 varð Tróndur heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins, sum er á 150.000 krónur og harvið størsta føroyska mentanarheiðurslønin.[1] Handanin fór fram á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Tróndur Patursson
Tróndur Patursson Portrait.jpg
Føddur 1. mars 1944
Kirkjubø
Yrki listamaður
Foreldur Jóannes Patursson
Malan Hansen
Kosmiska rúmið

Innihaldsyvirlit

Lívsleið sum listamaðurRætta

Tróndur er ein viðurkendur listamaður, hann er eksperimenterandi, arbeiðir nógv við glasi, jarni og kopari. Hann hevur m.a. prýtt sølumiðstøðina SMS í Havn, Gøtu kirkju, Katólsku kirkjuna í Havn og Tornbjerg kirke í Odense. Tróndur var í læru til listamálara hjá Ingálvur av Reyni, síðan fór hann til Danmarkar, har hann fekk undirvísing hjá Hans Christian Høyer á Glyptotekinum. Í 1966-67 gekk hann á Norges Kunsthåndværkerskole. Eina tíð lærdi hann hjá Ståle Kyllingstad. Hann gekk í trý ár á Statens Kunstakademi í Oslo. Í 1972 hevði hann sína fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya.

Tróndur hevur havt fleiri framsýningar í øðrum londum. Í februar 2013 hevði hann eina framsýning á John F. Kennedy Center for the Performing Arts;[2] tað var ein installasjón, sum á enskum nevndist “Migration,” og vísti fram umleið 90 stórir havfuglar úr litaðum glasi, sum hungu uppi í tí stóra rúminum í Kennedy Sentrinum í Grand Foyer vindeygannum á einari norðurlendskari framsýning, ið nevndist Nordic Cool 2013.[3]

HeiðurRætta

KeldurRætta

  1. in.fo, Tróndur fekk mentunarvirðislønina
  2. Kennedy-center.org
  3. Facebook.com The John F. Kennedy Center for the Performing Arts

Slóðir úteftirRætta