Ingálvur av Reyni (18. desember 1920 - 26. november 2005) var ein føroyskur listamaður og sangari. Hann sang eitt nú í Dupultkvartettini í Ebenezer. Mest kendur er hann tó sum listamálari.

Ingálvur av Reyni, 1920-2005.
Reyt regn frá 1980, 66x50 cm, Listasavn Føroya.

Ingálvur av Reyni var føddur 1920 í Tórshavn og hevur í síni ekspressionismu gjørt uppreistur ímóti tí episka innihaldinum í listini, sum føroysku undangongumenn hansara stóðu fyri, og hevur leitt myndlistina inn á nýggjar leiðir. Ein greiður koloristiskur franskur dámur ræður í hansara list - røtur aftur til Cézanne og Matisse. Tann føroyska náttúran er aðalevnið, men uppfatað á ein annan hátt, sum heild og felagsnevnari fyri vond, klangi, brotum av einum kosmos. Lutirnir í náttúruni savnast í greiðar formar, vøtnini skiljast og myndagerðin snýr seg um at temja formar og rørslur, ljós, litir og rýtmu. Náttúrumyndin gevur hugskot til alsamt meira abstraherandi málingarlag.

Í ljósfyltum og litføgrum landsløgum, innihvørvum og figurmyndum frá 1940-50-árunum er einfaldingin við teimum greiðu formunum eyðkend. Linjurnar og formarnir úr náttúruni ganga inn í ella geva seg undir ta strongu komposisjónina, frítt frá øllum óviðkomandi lutum, og listaverkið verður ein mynd av øðrum innari og ytri veruleika. Støðugt sterkari mótsetningslitir verða settir hvør upp ímóti øðrum, til hetta í endanum á 1950-árunum kemur í hæddina við ógvisligum komplementerlita mótspæli.

Tann stóra broytingin hjá Ingálvi kom við serframsýning hansara í gamla kommunuskúlanum í Havn í 1961. Her sóu føroyingar á fyrsta sinni eina beinleiðis abstrakta fatan av náttúruni. Myndirnar høvdu heiti sum Kurpali og Sjón í fuglaeyga. Hendan framsýning týddi ikki, at tann nonfigurativa listin nú var komin fyri at vera - Ingálvur av Reyni kom í 1960-árunum og nakað inn í 1970-árini alsamt at mála landsløg sum ongantíð áður, umenn meira abstraherað, serstakliga myndaevnið bygdina við havið. Litalagið skiftir frá sterkum logandi litum yvir ein skæran gráligan, men alt annað enn turran tónastiga til tað djúpa svarta registrið.

Ein røð av verkum frá 1970-árunum eru abstraksjónir yvir figurbólkar og bera heiti sum Genta og Menniskju við havið - millum annað ein triptykon frá 1979 (Listasavn Føroya). Í 1980-90-árunum hevur Ingálvur av Reyni yvirhøvur verið abstraktur málari, um hetta hugtakið kann brúkast um nonfigurativa list, ið byggir á náttúrunar egnu formar, vond og klangir. Í hansara fýrisliga málaðu, stóru og avgjørdu komposisjónum brýtur listaverkið sær leið innanífrá. Heitir jarðlitir glógva frá teimum djúpastu løgunum, sjóða, tá ið teir koma í samband við kaldar gráar litflatar og festa í aðrar. Dramað er stríðið ímillum litirnar ella litbrigdini og tær hugbráðu rørslurnar hjá pensilsstrokunum. Rýtman verður stundum enn meira undirstrikað av skøvum frá pensilsskaftinum í ta tjúkku fernisskínandi litflánna. Hetta er konkret málningalist.

Ingálvur av Reyni var tikin úr leikum sum teknari. Býurin við húsunum um havnina, - skipini og bátarnir og tey menniskju, ið ferðast um tún og stræti - serliga tey gomlu havnarfólkini - eru avhildin myndevni. Andlitsdrøg verða fangað í knøppum tryggum strikum. Á mongu ferðum sínum til listarinnar klassisku evropeisku miðdeplar hevur hann teknað ein martýriligan hóp av fólkum og bólkum úr mannamúgvum, innihvørvi og gøtumyndir. Tekningarnar vísa ein artistiskan ans fyri neyvt at lýsa eyðkenni. Men hóast tekningarnar sostatt eru meira figurativar og frásøgukendar enn málningarnir, er myndaevnið undirgivið strikunnar egna lív og neyva skilmarkaða form. Í mongum førum hevur hann eisini gjørt nonfigurativar tekningar.

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið