Lat upp høvuðsmeny

Dánjal Martin Hofgaard

føroyskur rógvari og svimjari
Manningin á Suðuroyingi, tá teir vunnu jóansøkuróðurin í 2012. Dánjal Martin stendur í ovaru røðini nummar trý frá vinstru.
Dánjal Martin rør her við Suðuroyingi í 2012.

Danjal Martin Hofgaard (føddur 4. mai 1989 í Vági) er føroyskur rógvari og svimjari. Hann rør fyri Suðuroyar Kappróðrarfelag og fyri Føroyar og svimur fyri Susvim og Føroyar. Hin 1. mars 2015 vann hann HM í 2000 metrar inniróðri í lættvekt hjá monnum og gjørdist harvið heimsmeistari.

Lívsleið innan ítróttRætta

RógvingRætta

Dánjal Martin rør bæði vanligan føroyskan kappróður og inniróður. Dánjal Martin vann FM 2011 við Riddaranum í 2011. Í føroyskum kappróðri ber bara til at gera seg galdandi í Føroyum, eftirsum kappróður í føroyskum bátum bert fer fram í Føroyum burtursæð frá Ishøj Regatta og onkrari aðrari stevnu sum føroyingar í Danmark skipa fyri. Men í inniróðri ber til at gera seg galdandi sum einstaklingur uttanfyri landoddarnar, eitt nú til HM í Boston. Í januar 2012 varð kappast um, hvør ið skuldi umboða Føroyar til HM í inniróðri. Dánjal Martin gjørdist ein av teimum hepnu. Kappingin varð hildin í hølunum hjá Knørri í Havn, øll róðu 2000 metrar. Dánjal Martin varð skjótastur hjá monnum í lættvekt við tíðini 6:19,30, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Lars Abrahamsen úr Runavík, hann setti metið í 2007.[1]

Føroyameistarahetið í inniróðriRætta

FM í inniróðri 2011Rætta

Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2011

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:27.4[2]
FM í inniróðri 2012Rætta

Eins og undanfarnað árið vann Dánjal Martin Hofgaard føroyameistaraheitið í inniróðri:

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:26.2[3]
  • Bronsa í Liðkapping - Menn (6x500m) við samlaðu tíðini 9:52.7, hinir vóru: Bjarni Hammer, Jákup V. Larsen, Niels M. Djurhuus, Bárður Poulsen og Gunnar í Dali.[4]
FM í inniróðri 2014Rætta

Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2014

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:38.5[5]

HM í inniróðri 2012Rætta

Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2012 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 6 av øllum við tíðini 6:20.9[6]

HM í inniróðri 2014Rætta

Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2014 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 9 av 77 luttakarum við tíðini 6:20.9[7]

HM í inniróðri 2015 og úttøkukappinginRætta

Dánjal Martin var til úttøkukapping í róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag hin 29. november 2014, har hann varð úttikin til HM í inniróðri, sum verður í Boston í mars 2015. Hann róði 2000 metrar í inniróðri við tíðini 6.18.9, ið var nýtt føroyskt met, gamla metið átti Dánjal Martin sjálvur, og tað var 6.19.3.[8]

Heimsmeistari 2015 í inniróðri í opna bólkinum, lættvektRætta

  • Gull í 2000 metrar inniróðri í opna bólkinum hjá monnum við tíðini 6:16.7 (1 sekund frammanfyri silvurvinnaran)[9]

SvimjingRætta

Danjal Martin hevur luttikið á fleiri svimjistevnum uttanlands til NJM, EJM, EM og Oyggjaleikir og hevur fingið fleiri góð úrslit. Hann er triðskjótasti svimjari úr Føroyum á 200 m frí nakrantíð.[10]

FM 2014Rætta

Føroysk metRætta

Hann hevur vunnið fleiri gull heiðursmerki og sett fleiri føroysk met í svimjing:

Føroysk met á langgeilRætta
  • 50 m bringu við tíðini 32.36 (Pauli Øssursson Mohr tók metið til EM 2010).
  • 100 m bringu við tíðini 1:10.94
Føroysk met á stuttgeilRætta

KeldurRætta

Slóðir úteftirRætta